8873.20 - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi


Skeiðsnummar
8873.20
Heiti
Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi
ECTS
15
Endamál
At lesandi skilur hvønn týdning sjúkrarøkt hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum. At lesandi fær innlit í hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjan og fyribyrgjan. At lesandi mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentunarligum høpi.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig (8 vikur) og klinisk undirvísing (2 vikur). Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi. • Ymisk ástøði um heilsu, heilsufremjan og fyribyrging. Umrødd verða eisini hugtøk, ið verða brúkt til at greina heilsustøðuna, sum til dømis umhvørvisárin, lívsstílur, lívsformar, sosialt netverk og útbrentheit. • Ástøðilig fatan av heilsupolitikki - lógir, viðtøkur og aktørar • Tjóða og altjóða tiltøk og ætlanir, t.d. WHO, Heilsustýrið í Danmark og Fólkaheilsuætlan í Føroyum. • Innleiðsla til mannfrøði og mentan. • Umhugsni í mun til miðlan ávikavíst til tann einstaka og til almenningin • Misnýtsluvandamál • Ættleiðing Innihaldið í klinisku undirvísingini er at: • Observera heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi. Kliniska undirvísingin verður skipað sum observatiónsklinikk ávikavist 1 viku saman við heilsufrøðingum og 1 viku saman við sjúkrarøktarfrøðingum á fyribyrgingar- og viðgerðarstovnum og heilsufremjandi stovnum í primeru heilsutænastuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Harumframt samvirkandi lesnaður á kliniskum undirvísingarstøðum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá hugtøkum og ástøði innan fólkaheilsuvísindi við denti á heilsu • Greina spurdómar innan fyribyrging og heilsufremjan • Staðfesta ymisk fyribyrgingar- og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir • Lýsa heilsupolitikk við støði í heilsupolitiskum ætlanum • Greiða frá, hvussu mentunarlig viðurskifti ávirka handlimøguleikar hjá tí einstaka við støði í sjúkrarøktarástøði • Greiða frá, hvussu heilsunámsfrøði kann brúkast í fyribyrgjandi og heilsufremjandi sjúkrarøkt • Lýsa hvønn týdning umhvørvi (fysiskt, kemiskt) hevur á heilsuna. • Lýsa misnýtsluvandamál í mun til rúsevni, rúsdrekka og heilivág • Greiða frá vandatættum (risikofaktorar), ið kunnu elva til sjúku • Greiða frá hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur á heilsuna • Greiða frá týdninginum av motivatión í mun til lívsstíl • Lýsa hvønn týdning sosialur ójavni hevur á heilsuna • Lýsa hvørji krøv og rættindi eru í mun til tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi • Reflektera um etiskar spurdómar í mun til lívsstíl og livikor hjá hvørjum einstøkum • Fyrihalda seg kritiskt til ymisk heilsufremjandi- og fyribyrgingartiltøk og ætlanir, bæði tjóðarliga og altjóðarliga • Kjakast um heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi • Greiða frá samskiftis umhugsni í mun til at hava relatión og dialog við borgararnar • Leita fram og brúka granskingargrundaða vitan um heilsufremjandi, fyribyrgjandi og viðgerandi virksemi • Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til einstaka brúkaran (sjúkling, avvarðandi) • Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til almenningin • Meta um vísindaliga grein við hóskandi metingarfrymli
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen