8880.23 - Mannakroppurin


Skeiðsnummar
8880.23
Heiti
Mannakroppurin
ECTS
16
Endamál
At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
Innihald
Byrjað verður við kyknu og vevnaðlæru, síðan verður fari til tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar, og at enda verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og hvussu kroppurin strembar eftir homeostasu. Undirvísingin í anatomi, lívvirkisfrøði og lívevnafrøði fevnir um hesi evni: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin. Innan arvafrøði, verður dentur lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, lestrarspurningar, quizzir, lesibólkar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa anatomiska uppbygnaðin í kroppinum • Greiða frá funktiónunum hjá gøgnum, vevnaði og kyknum í kroppinum • Lýsa arvagongdir og hvørjir genetiskir faktorar hava týdning fyri útvikling av ávísum sjúkum • Lýsa hvussu gøgnini liggja í mun til hvørt annað • Greiða frá samanspæli millum tey ymsu gøgnini, og greiða frá reguleringsmekanismunum í kroppinum (homeostasu) • Greiða frá týðandi lívevnafrøðiligum prosessum í kroppinum • Miðla vitan um uppbygnað og funktión hjá mannakroppinum • Sýna ábyrgd í egnu læru, og sýna samstarvsførleika í mun til undirvísarar og medlesandi. Sí skjalið Fakinnihald fyri anatomi/lívvirkisfrøði/ lívevnafrøði/arvafrøði, ið lýsir fakliga støði og læruúrtøkurnar í teimum ymisku evnunum neyvari.
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Tórur Sjúrðarson