8920.23 - Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II


Skeiðsnummar
8920.23
Heiti
Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II
ECTS
9
Endamál
At lesandi mennir hegni og førleika í at útinna sjúkrarøkt í heimatænastuni. At lesandi fær skil fyri heilsufremjandi, fyribyrgjandi eins og viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt í heimatænastuni. At lesandi fær førleika til at samstarva við búfólk, avvarðandi, samstarvsfelagar og aðrar fakbólkar.
Innihald
Kliniska undirvísingin er 6 vikur. Lesandi útinnir sjúkrarøkt til heimabúgvandi og búfólk.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur í heimatænastuni. Samvirkin lestur er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til heimabúgvandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Vísa hegni í at staðfesta røktartørv, útinna og eftirmeta sjúkrarøktina • Vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboði, ið verður nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Greiða frá heilsufremjandi, fyribyrgjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til heimabúgvandi • Vísa nærleika í relatiónini við heimabúgvandi • Vísa hegni í at samskifta professionelt við heimabúgvandi og teirra avvarðandi • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • Reflektera um og fyrisita heilivággevan til heimabúgvandi • Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til heimabúgvandi • Vísa hegni í at samstarva mono- og tvørfakligt • Reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • Sýna ábyrgd fyri egnari lærugongd og meta um egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingartilgongd
Próvtøkuháttur
Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen