8921.24 - Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - I


Skeiðsnummar
8921.24
Heiti
Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - I
ECTS
15
Endamál
At lesandi vinnur sær førleika í fyribyrgjandi, heilsufremjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku. At lesandi við støði í grundleggjandi tørvum, venjur handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøðið um eginumsorgan við Dorothea E. Orem • Sjúkrarøktarástøði hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-samband • Sjúkrarøktarástøði um óvissu við sjúku við Merle H. Mishel • Við støði í Fundamentals of Care (FoC) arbeiða við grundleggjandi tørvum, ið kunnu vera hóttir við sjúku • Ida Jean Orlando í mun til innleiðslu av sjúkrarøktarprosessini • Gerð av røktarætlan við støði í sjúkrarøktarprosessini • Skjalfesting av sjúkrarøkt • Patientologi og curologi við denti á patientologi • Kliniskar avgerðir í sjúkrarøktini • Etisk refleksjón í sjúkrarøktini og etikkur í mun til sjúklingainvolvering • Útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum og útvaldar ígerðarsjúkur • Reinføri – normalflora, fyribyrging av smittuspjaðing og fyribyrging av ígerðarsjúkum • Professionelt samskifti og samskiftisvenjingar • Innleiðsla til námsfrøði, og didaktik í mun til kunning, vegleiðing og undirvísing: luttakarafortreytur og kontekstur • Innleiðsla til heiliráðfrøði • Heilivágur til sjúkur í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum og útvaldar ígerðarsjúkur • Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, fepuri og immobiliteti Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Sjúkrarøkt í sambandi við trongd og immobilitet • Flytingar úr og í song/stól • Samskiftisvenjingar, samvirkni og námsfrøðiligar venjingar • Refleksjón • Kravt lestrarvirksemi í mun til verkstovur um trongd - sí skjalaskjáttu fyri 2.lh.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestri og kliniskum observatiónum og venjingum í venjingarstovu.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá ástøðinum hjá Dorotheu E. Orem um eginumsorgan og teimum skipanum og hugtøkum, sum eru knýttar at hesum ástøði • Lýsa týðandi hugtøk í ástøðinum hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-sambandi • Meta um sjúklingsins tørv fyri sjúkrarøkt, orða sjúkrarøktardiagnosir og seta fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til ávísan sjúkling • Lýsa týdningin av skjalfesting av sjúkrarøkt og vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina • Lýsa hvørjar løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldir sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í mun til skjalfesting • Lýsa námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum og konteksti • Greiða frá umhugsni í mun til at samskifta professionelt við sjúkling og avvarandi • Greiða frá sjúklingins uppliving av sjúku • Greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar í mun til trongd, fepur og immobilitet • Útinna sjúkrarøktarfakligar handlingar í mun til immobilitet, trongd, fepur og reinføri • Meta um arbeiðsstøður og meistra viðkomandi flytiteknikk, umframt at brúka hóskandi amboð til at fyribyrgja skaðar hjá sær sjálvum, sjúklingi og starvsfólkum • Vísa hegni í flytiteknikkum, sum tryggja, at sjúklingurin brúkar sínar resursir best møguligt • Greiða frá tí innaru, uttaru og spesifikku immunverjuni • Greiða frá teimum beinleiðis og óbeinleiðis smittuhættunum, og lýsa týdningin av sjúkufyribyrging á sjúkrahúsum • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum • Lýsa hvørjar kanningar og viðgerðir eru til útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini, nervalagnum og til útvaldar ígerðarsjúkur • Nevna fakterminologi innan sjúkulæru (munnliga og skrivliga) td. hugtøk sum ætiologi, patofysiologi, profylaksa, klinisk og paraklinisk kanning og prognosa • Lýsa ábyrgdina og førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini av útvaldum heilivági (farmakokinetik) • Greiða frá árini og hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik) • Reflektera munnliga yvir útintu sjúkrarøktina • Reflektera etiskt um støður í sjúkrarøktini • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar.
Próvtøkuháttur
Samansett skrivlig, útinnandi og munnlig próvtøka. Góðkent kravt lestrarvirksemi er ein treyt fyri, at lesandi kann metast til próvtøkuna. Sí próvtøkukrøvini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Sonja Nielsen