8922.24 - Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II


Skeiðsnummar
8922.24
Heiti
Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II
ECTS
15
Endamál
At lesandi vinnur sær førleika í fyribyrgjandi, heilsufremjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku. At lesandi við støði í grundleggjandi tørvum, venjur handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøðið um eginumsorgan við Dorothea E. Orem • Sjúkrarøktarástøði hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-samband • Sjúkrarøkt í samband við pínu, vaml, immobilitet, útskiljan og føðslutørv • Útvaldar sjúkur: metabolskar sjúkur, sjúkur í sodningarleiðini, landrásini, hjarta/æðrum og gynækologiskar sjúkur • Heilivágur til útvaldar sjúkur • Sjúkrarøkt í samband við: metabolskar sjúkur, sjúkur í sodningarleiðini, landrásini, hjarta/æðrum og gynækologiskum sjúkum • Pre-, per- og postoperativ sjúkrarøkt • Føðsla og føðslutørvur • Gerð av røktarætlan við støði í sjúkrarøktarprosessini Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Venja hegni í præ- og post operativari sjúkrarøkt við denti á observatión og røkt av sár, pínu, vaml, fepuri og immobiliteti • Venja hegni í reinførismeginreglum við røkt av kath a demeure og venflon • Venja hegni í at bløðruskanna og at taka landroyndir • Venja hegni í hjálpa sjúklinginum at eta og útinna munnrøkt • Refleksjón • Kravt lestrarvirksemi : o Sterilur teknikkur o Leggja kathetur við støði í nýggjastu vitan Innihaldið av klinisku undirvísingini á sjúkrahúsdeildum: • Læra deildina at kenna (slag av deild, innrætting og mannagongdir, sum eyðkenna deildina. Heilsa uppá vegleiðara og onnur starvsfólk osv) • Taka lut í persónligum reinføri við atliti til meginreglurnar innan smittufyribyrging Klinisku undirvísingini á sjúkrahúsdeildum skal síggjast sum samanhangandi við klinisku undirvísingina á 3. Lestrarhálvu. Sí nærri lýsing av klinisku undirvísingini í skjalasjáttuni fyri 2.lestrarhálvu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniska undirvísing á góðkendum útbúgvingarstovnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi: • Greiða frá ástøðinum hjá Dorotheu E. Orem um eginumsorgan og teimum skipanum og hugtøkum, sum eru knýttar at hesum ástøði • Greiða frá týðandi hugtøkum í ástøðinum hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-sambandi • Lýsa hugtaksrammuni Fundamentals of care (FoC) • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í sodningarleiðini, landrásini, hjartanum og æðrunum • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við metabolskum sjúkum, blóðsjúkum og gynækologiskum sjúkum • Greiða frá útvaldum skurðviðgerðum • Greiða frá præ- og postoperativari sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar • Greiða frá fysiologisku mekanismunum handan pínu og vaml • Meta um sjúklingsins tørv fyri sjúkrarøkt, orða sjúkrarøktardiagnosir og seta fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til ávísan sjúkling • Greiða frá føðslusamansetingini í sjúkrahúskosti • Lýsa altjóða og tjóða føðslupolitikkin • Rokna orku- og proteintørv út í mun til føðslutørv sjúklingsins • Staðfesta og greina føðsluligar spurdómar hjá sjúklingum í mun til útvaldar serstøður • Greiða frá umhugsni í samband við etingarstøður, munnrøkt og útskiljan • Vísa hegni í at nýta klinisk háttaløg til at meta um støðu sjúklingsins í mun til vaml, obstipatión, pínu, fepur, immobilitet og føðslu • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini (farmakokinetik) av útvaldum heilivági • Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir • Greiða frá árini og hjáárini av heilivági (farmakodynamik) knýtt at útvaldum sjúkum • Vísir hegni í at nýta www.pro.medicin.dk • Lýsa ábyrgdina og førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar.
Próvtøkuháttur
72 tíma heimauppgáva. Góðkent kravt lestrarvirksemi er ein treyt fyri, at lesandi kann metast til próvtøkuna. Sí próvtøkukrøv.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Sonja Nielsen