8923.24 - Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II
Skeiðsnummar
8923.24
Heiti
Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II
ECTS
9
Fortreytir
Hava staðið próvtøku í Heilivágsrokning
Endamál
At lesandi mennir hegni og førleika í at útinna sjúkrarøkt í heimatænastuni.
At lesandi fær skil fyri heilsufremjandi, fyribyrgjandi eins og viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt í heimatænastuni.
At lesandi fær førleika til at samstarva við búfólk, avvarðandi, samstarvsfelagar og aðrar fakbólkar.
Innihald
Kliniska undirvísingin er 6 vikur.
Lesandi útinnir sjúkrarøkt til heimabúgvandi og búfólk.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur í heimatænastuni.
Samvirkin lestur er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til heimabúgvandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at:
• Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni
• Vísa hegni í at staðfesta røktartørv, útinna og eftirmeta sjúkrarøktina
• Vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboði, ið verður nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum
• Greiða frá heilsufremjandi, fyribyrgjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til heimabúgvandi
• Vísa nærleika í relatiónini við heimabúgvandi
• Vísa hegni í at samskifta professionelt við heimabúgvandi og teirra avvarðandi
• Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt
• Reflektera um og fyrisita heilivággevan til heimabúgvandi
• Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til heimabúgvandi
• Vísa hegni í at samstarva mono- og tvørfakligt
• Reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga
• Sýna ábyrgd fyri egnari lærugongd og meta um egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingartilgongd
Próvtøkuháttur
Støðumet.
Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen