8950.23 - Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum


Skeiðsnummar
8950.23
Heiti
Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum
ECTS
15
Endamál
Lesandi mennir hegni og førleika í grundleggjandi sjúkrarøkt, og mennir førleika til at grundgeva fyri og reflektera yvir grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar.
Innihald
Kliniska undirvísingin er 10 vikur. Eina viku í venjingarstovu og 9 vikur á sjúkrahúsdeildum. Venjingarstova: Undirvísingin umfatar: fyrisiting av heilivági, refleksjón, subcutanan- og intramuskuleran injektiónsteknikk. Sjúkrahúsdeild: Grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár, vætujavnvág, føðslu og útskiljan. Brúk av sjúkrarøktarprosessini.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur. Samvirkin lestur: at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Tann lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi vera før/ur fyri at: • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, sár, vætujavnvág og útskiljan • greina føðsluligar spurdómar í mun til støðu sjúklingsins • brúka sjúkrarøktarprosessina til at staðfesta grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • vísa hegni í at skjalfesta útintu sjúkrarøktina • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • greiða frá eyðkenni við professionellum samskifti • vísa hegni í at samskifta professionelt við sjúkling og avvarðandi • lýsa námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa hegni í at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa nærleika í relatiónini við sjúklingin • vísa hegni í at halda meginreglur innan reinføri og smittufyribyrging • fyrisita heilivággevan sambært heilivágleiðreglum • reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • staðfesta egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd
Próvtøkuháttur
Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis kliniska próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá/ir
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen