8954.24 - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagshøpi


Skeiðsnummar
8954.24
Heiti
Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagshøpi
ECTS
10
Endamál
At lesandi fær skil fyri hvønn týdning heilsufremjan og fyribyrging hava fyri fólkaheilsuna.
Innihald
Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Førleikin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samband við fólkaheilsu • Hugtøkini sjúka og heilsa • Heilsufremjan og fyribyrging, lívsstílur, lívsformar, sosialt netverk, sosialur ójavni • Heilsuførleiki • Heilsunámsfrøði • Empowerment • Handliførleiki • Resiliens • Etikkur í heilsufremjan og fyribyrging • Strongd og heilsa • Likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi • Umhvørvisárin á heilsuna • Heilsupolitikkur • Tjóða og altjóða tiltøk og ætlanir • Miðlan • Grundleggjandi hugtøk í epidemiologi og hagfrøði • Kvantitativ granskingarháttaløg og teirra eyðkenni • Viðgerð av kvantitativum vísindaligum greinum • Evidensur í heilsufakum Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • Observera heilsufremjandi og fyribyrgjandi leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá hugtøkum og ástøði innan fólkaheilsuvísindi • Lýsa hvønn týdning sosialur ójavni hevur á heilsuna • Greiða frá týðandi vandatættum, ið kunnu elva til sjúku • Greiða frá tættum, ið hava týdning fyri lívsstílsbroytingum • Lýsa vandamál í sambandi við rúsevnis-, rúsdrekka- og heilivágmisnýtslu • Greiða frá týðandi amboðum innan heilsunámsfrøði • Lýsa umhugsni í sambandi við miðling til leikfólk • Lýsa heilsupolitikk við støði í heilsupolitiskum ætlanum • Lýsa tjóða og altjóða tiltøk í sambandi við heilsuframa og fyribyrging • Kjakast um førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum viðvíkjandi heilsuframa og fyribyrging • Greiða frá hvønn týdning arbeiðsumhvørvið kann hava á heilsuna • Lýsa umhvørvisárin á heilsuna • Lýsa vanligastu kvantitativu granskingarháttaløgini í heilsugransking • Lýsa týðandi hugtøk innan hagfrøði og epidemiologi • Lýsa hugtakið evidens í heilsufakum • Greina viðurskifti og tiltøk, ið fremja og varðveita heilsu og fyribyrgja sjúku
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Sonja Nielsen