8844.24 - Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt


Skeiðsnummar
8844.24
Heiti
Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt
ECTS
15
Endamál
At lesandi mennir førleika til at arbeiða vísindaligt við útgangsstøði í verkætlan, ið viðgerð ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm.
Innihald
Undirvísingin í samband við verkætlanina á eind 11 er skipað soleiðis: • Verkstova um spurdóm • Verkstova um vísindaástøði og háttalagsfrøði • Verkstova um greinan • Verkstova um kjak • Verkstova um niðurstøðu og perspektivering
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum dialog, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokna eind, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagið • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalagið í verkætlanini • leita, velja, greina og meta kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm • greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm við viðkomandi ástøði • kjakast um, í hvønn mun valdu ástøðir og kanningarháttur svara spurdómsorðingini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi og systematiskari verkætlan
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (verkætlan). Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvaldan bókmentalista
Ábyrgd
Sonja Nielsen