8867.22 - Sjúkrarøkt og endurmenning til eldri og varandi sjúk. (Ástøði)


Skeiðsnummar
8867.22
Heiti
Sjúkrarøkt og endurmenning til eldri og varandi sjúk. (Ástøði)
ECTS
7
Endamál
At lesandi fær innlit í og skilir tær likamligu, sálarligu, sosialu og andaligu broytingar, sum fara fram, tá vit eldast. At lesandi fær vitan um útvaldar varandi sjúkur og tess avleiðingar fyri tann einstaka. At lesandi ognar sær vitan um hjálpartól til eldri og varandi sjúk At lesandi ogna sær vitan um heilsuverkið og hvørji tilboð eru til búfólk og heimabúgvandi .
Innihald
• Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni • Varandi sjúkur: Demens og Apopleksia cerebri • Endurmenning og tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk. • Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku. • Sjúkrarøktarástøði um umsorgan og paternalismu. • Ábyrgd og skyldir hjá ymiskum heilsustarvsfólkum. • Hugtakið makt sæð útfrá; løgfrøðiligum, ástøðiligum og siðfrøðiligum sjónarhorni • Hjálpartólk til eldri og varandi sjúk • Skipan hjá Almannaverkinum til varandi sjúk • Skipan av kommunala eldraøkinum og heimatænastuni • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum spurdómi í mun til eldri og varandi sjúk.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Lýsa hvussu Almannaverkið og kommunala eldraøkið er skipað og virkar • Lýsa útvaldar samfelagsligar raðfestingar sæð útfrá einum búskaparligum og siðfrøðisligum sjónarmiði • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og búfólkum til endurmenning og endurvenjing • Greiða frá týdninginum av endurmenning í mun til útvaldar støður • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina og/ella at gerast varandi sjúk • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við demens og apopleksia cerebri • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring av at eldast og/ella at hava varandi sjúku • Greiða sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum kunnu fyribyrgja vandastøður • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsanum, sum skulu varðveita ella økja lívsgóðskuna hjá búfólki og heimabúgvandi. • Greiða frá, hvørjar uppgávur ymiskir fakbólkar hava í mun til tvørfakliga samstarvið til eldri búfólk, heimabúgvandi og varandi sjúk • Greiða frá, hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Greiða frá siðfrøðiligu hugtøkunum autonomi og paternalisma í mun til etiskar tvístøður innan sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk • Greiða frá umhugsanum í samskiftinum við tann einstaka, ið er raktur av talutrupulleikum (sum td. demens og afasi) • Greina sjúkrarøktarfakligan spurdóm í mun til eldri/varandi sjúk
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt upp í tveir partar – ein skrivlig uppgáva, sum er próvhoyringarstøði fyri einari munnligari próvhoyring. Hvør partur telur 50 % av tí samlaða próvtalinum. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam