8879.22 - Yrki og grundleggjandi tørvir


Skeiðsnummar
8879.22
Heiti
Yrki og grundleggjandi tørvir
ECTS
14
Endamál
Ætlanin er, at lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir, fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina spurdómar við hóskandi ástøði. Ætlanin er, at lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarsøga • Ástøði og sjúkrarøktarástøði við denti á umsorgan, relatión og kroppi • Heilsufremjan og fyribyrging • Grundleggjandi tørvir útfrá ástøði hjá Virginiu Henderson • Húð og húðrøktarevni • Innleiðsla til samfelagsfrøði og samfelagsskipanir. Herundir bygnaðin av heilsuverkinum • Innleiðsla til siðfrøði og etisku leiðreglurnar í sjúkrarøktini • Innleiðsla til heimsspeki, og vísindaástøði við denti á menniskjaáskoðan • E- leiting á alnótini Innihaldið í tí klinisku undirvísingini er: • Innleiðsla til venjingarstovuna sum útbúgvingarstað • Seingjareiðing • Handreinføri • Persónligt reinføri
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur og uppgávuskriving. Harumframt venjingar í venjingarstovuni og punktpraktik á útvaldum kliniskum støðum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá sjúkrarøkt sum umsorgarnarfak, relaterað til søguligt og nútíðar perspektiv • Lýsa hugtøkini relatión, kroppur, umsorgan, heilsa og fyribyrging • Greiða frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum við støði í ástøði hjá Virginiu Henderson • Duga at útinna persónligt reinføri og taka atlit til blúni, intimitet, integritet og smittuspjaðing • Staðfesta høvuðs- og virkisøkið innan sjúkrarøkt; tað er lógir, leiðreglur og yrkisástøði, og hvønn týdning tey hava fyri sjúkrarøktina • Lýsa leiklutin og virkisøki hjá fakbólkunum, ið starvast innan heilsuverkið • Lýsa samfelagsskipanir settar í mun til føroysku samfelagsskipanina og uppbygging av heilsuverkinum • Lýsa hvat etisku leiðreglurnar innan sjúkrarøkt eru grundaðar á • Lýsa høvuðshugtøk innan siðfrøði • Lýsa ymisku menniskjaáskoðanirnar • Lýsa týdningin av heimspeki í sjúkrarøktini • Lýsa høvuðseyðkenni við náttúru-, samfelags- og hugvísind • Leita fram og velja viðkomandi sjúkrarøktarfakliga vitan, sum umrøðir grundleggjandi tørvir • Orða seg skrivliga og munnliga um fakligar spurdómar • Duga at argumentera við uppáhald, próvgrund og heimild • Duga handreinføri eftir galdandi reinførismeginreglum • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar
Próvtøkuháttur
Skrivlig bólkauppgáva. Sí krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Maria í Skorini