8883.23 - Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II
Skeiðsnummar
8883.23
Heiti
Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II
ECTS
15
Endamál
At lesandi vinnur sær førleika í fyribyrgjandi, heilsufremjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku.
At lesandi við støði í grundleggjandi tørvum, venjur handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing.
Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er:
• Sjúkrarøktarástøðið um eginumsorgan við Dorothea E. Orem
• Sjúkrarøktarástøði hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-samband
• Sjúkrarøkt í samband við pínu, vaml, immobilitet, útskiljan og føðslutørv
• Útvaldar sjúkur: metabolskar sjúkur, sjúkur í sodningarleiðini, landrásini, hjarta/æðrum og gynækologiskar sjúkur
• Heilivágur til útvaldar sjúkur
• Sjúkrarøkt í samband við: metabolskar sjúkur, sjúkur í sodningarleiðini, landrásini, hjarta/æðrum og gynækologiskum sjúkum
• Pre-, per- og postoperativ sjúkrarøkt
• Føðsla og føðslutørvur
• Gerð av røktarætlan við støði í sjúkrarøktarprosessini
Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er:
• Venja hegni í præ- og post operativari sjúkrarøkt við denti á observatión og røkt av sár, pínu, vaml, fepuri og immobiliteti
• Venja hegni í reinførismeginreglum við røkt av kath a demeure og venflon
• Venja hegni í at bløðruskanna og at taka landroyndir
• Venja hegni í hjálpa sjúklinginum at eta og útinna munnrøkt
• Refleksjón
• Kravt lestrarvirksemi :
o Sterilur teknikkur
o Leggja kathetur við støði í nýggjastu vitan
Innihaldið av klinisku undirvísingini á sjúkrahúsdeildum:
• Læra deildina at kenna (slag av deild, innrætting og mannagongdir, sum eyðkenna deildina. Heilsa uppá vegleiðara og onnur starvsfólk osv)
• Taka lut í persónligum reinføri við atliti til meginreglurnar innan smittufyribyrging
Klinisku undirvísingini á sjúkrahúsdeildum skal síggjast sum samanhangandi við klinisku undirvísingina á 3. Lestrarhálvu.
Sí nærri lýsing av klinisku undirvísingini í skjalasjáttuni fyri 2.lestrarhálvu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniska undirvísing á góðkendum útbúgvingarstovnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:
• Greiða frá ástøðinum hjá Dorotheu E. Orem um eginumsorgan og teimum skipanum og hugtøkum, sum eru knýttar at hesum ástøði
• Greiða frá týðandi hugtøkum í ástøðinum hjá Joyce Travelbee um menniskja-til-menniskja-sambandi
• Lýsa hugtaksrammuni Fundamentals of care (FoC)
• Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í sodningarleiðini, landrásini, hjartanum og æðrunum
• Greiða frá patofysiologiskum broytingum við metabolskum sjúkum, blóðsjúkum og gynækologiskum sjúkum
• Greiða frá útvaldum skurðviðgerðum
• Greiða frá præ- og postoperativari sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar
• Greiða frá fysiologisku mekanismunum handan pínu og vaml
• Meta um sjúklingsins tørv fyri sjúkrarøkt, orða sjúkrarøktardiagnosir og seta fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til ávísan sjúkling
• Greiða frá føðslusamansetingini í sjúkrahúskosti
• Lýsa altjóða og tjóða føðslupolitikkin
• Rokna orku- og proteintørv út í mun til føðslutørv sjúklingsins
• Staðfesta og greina føðsluligar spurdómar hjá sjúklingum í mun til útvaldar serstøður
• Greiða frá umhugsni í samband við etingarstøður, munnrøkt og útskiljan
• Vísa hegni í at nýta klinisk háttaløg til at meta um støðu sjúklingsins í mun til vaml, obstipatión, pínu, fepur, immobilitet og føðslu
• Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini (farmakokinetik) av útvaldum heilivági
• Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir
• Greiða frá árini og hjáárini av heilivági (farmakodynamik) knýtt at útvaldum sjúkum
• Vísir hegni í at nýta www.pro.medicin.dk
• Lýsa ábyrgdina og førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági
• Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar
Próvtøkuháttur
Góðkent kravt lestrarvirksemi er ein treyt fyri, at lesandi kann metast til próvtøkuna.
Próvtøkan er skrivlig. Sí próvtøkukrøv.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam