B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Lestrartíð 4 ár
- Deild Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Tal á Lesandi 30
- ECTS 240
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samarbeiði.
Bygnaður
Februar-apríl |
Apríl-juni |
Summarfrí |
September- |
November- |
|
|
|
Eind 1 (15 Á) |
Eind 2 (14Á + 1K) |
|
|
|
Mannakroppurin og grundleggjandi tørvir (A) |
Mannakroppurin og grundleggjandi |
Eind 3 (13Á + 2K) |
Eind 4 (9Á + 6K) |
|
Eind 5 (15K) |
Eind 6 (14Á + 1K) |
Sjúkrarøkt til fólk |
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari |
|
Sjúkrarøkt til fólk |
Sjúkrarøkt til børn og familju |
Eind 7 (7Á + 8K) |
Eind 8 (3Á+12K) |
|
Eind 9 (12Á + 3K) |
Eind 10 (12Á + 3K) |
Sjúkrarøkt til eldri. |
Sjúkrarøkt til eldri. |
|
Heilsufremjandi og |
Sjúkrarøkt til bráð- |
Eind 11 (15 Á) |
Eind 12 (3Á + 12K) |
|
Eind 13 (6 Á + 9 K) |
Eind 14 (15 K) |
Menning og |
Sjúkrarøkt til
|
|
Relatiónin millum
|
Sjúkrarøkt og
|
Eind 15 (7Á + 3K) |
Eind 16 (20Á) |
|
|
|
Valfrí eind |
Bachelorritgerð
|
|
|
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing tekur 4 ár.
Útbúgvingin fatar um ástøðiliga undirvísing á Setrinum samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár, á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.
Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.
Útbúgvingin er skipað í 16 eindir. Eind 1 – 14 eru 15 ECTS. Eind 15 er 10 ECTS og Eind 16 er 20 ECTS.
Lestrarárið byrjar í viku 34 og endar í viku 25. Summarfrí er í juli og august. Broytingar kunnu koma fyri orsakað av fastløgdum feriudøgum. Lesandi verða kunnað, áðrenn lestrarárið byrjar.
1 vika er 1,5 ECTS. Arbeiðsbyrðan hjá lesandi er roknað at vera í minsta lagi 40 tímar um vikuna.
Innihald
Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.
Próvtøkur
Hvør eind endar við próvtøku.
Metingarhættir: Skrivligar próvtøkur, skrivligar próvtøkur við munnligari próvhoyring/framløgu, skrivligar próvtøkur við praktiska útinnan og munnligari próvhoyring.
Kliniskir førleikar verða mettir við støðumeti.
Útbúgvingin endar við skrivligari bachelor ritgerð.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við nóg góðum miðalpróvtali.
Miðnámsskúlaprógv er altíð eitt krav, men er miðalpróvtalið ikki nóg høgt, ber til at søkja eftir kvotu 2, har aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.
Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár tá umsóknarfreistin er, skal skeiðið takast umaftur. Prógvið skal sendast inn saman við umsóknini.
Reyði Krossur skipar fyri fyrstuhjálparskeiði eftir tørvi. Lesandi rinda sjálvi skeiðskostnaðin.
Framtíðarmøguleikar
Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.
Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.
Við útbúgving frá Sjúkrarøktarfrøðideildini ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin.
Framhaldandi útbúgving
B.Sc.-lesturin til sjúkrarøktarfrøðing gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan bæði sjúkrarøktarfrøði og onnur øki.
Tó eru tað altíð tey viðkomandi universitetini, sum søkt verður inn á, sum seta støðið fyri upptøkukrøvini.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: johildd@setur.fo
ella við at venda tær til Annemi Joensen, útbúgvingarleiðara: annemij@setur.fo