8866.16 - Sjúkrarøkt til børn og familju


Skeiðsnummar
8866.16
Heiti
Sjúkrarøkt til børn og familju
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um børn og familjur útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um kommunikativ og námsfrøðilig ástøði.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøði: Joyce Travelbee • Calgary - familjumodell • Pædiatrisk- og gynækologisk sjúkrarøkt • Likamliga og sálarliga menningin av barninum. • Ymiskt ástøði innan sálarfrøði: menningarsálarfrøði, persónligheitssálarfrøði, heilsusálarfrøði. Harumframt kreppu- og meistringsástøði • Innleiðsla til seksualitet; við denti á kynsbúningina hjá tannáringum • Innleiðsla til fólkaheilsuvísind og til hugtøkini fyribyrging, heilsufremjan og handlikomptetansa – rættað ímóti barninum og familjuni • Innleiðsla til sosiologi. Strukturalistisk og konstrukturalistisk tilgongd. Normar, virðir og handlingar. Kritisk teori sum háttalag. Miðlasosiologi. • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Viðgongutíð, føðing og tað nýfødda barnið • Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum og smábarninum • Hermeneutikk og fænomenologi • Meta um kvalitativar kanningar við VAKS • Samskifti við barni og foreldur • Námsfrøði í mun til vegleiðing og undirvísing av børnum og foreldrum • Greinan av siðfrøðiligum tvístøðum í mun til børn og familjur Tann kliniska undirvísing umfatar 2 dagar observatiónsvitjan á ávikavist barna- og føðideild og diabetesambulatiorium. Innihaldið hesar dagar er at observera, kanna og reflektera um obstetriska sjúkrarøkt og sjúkrarøkt til sjúk børn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur og observerandi lesnaði á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Læruúrtøka
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur og observerandi lesnaði á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Hildigunn Steinhólm Højgaard