University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Bachelor í søgu við hjánámi í samfelagsfrøði

Bachelor of Arts in History with a minor in social sciences
2012-07-Family-220.jpg

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi. Eisini fært tú førleikar á samfelagsfrøðiliga fakøkinum. Hendan útbúgvingin er tvífakligt nám við søgu sum høvuðsnámi og samfelagsfrøði sum hjánámi.

Hví lesa søgu og samfelagsfrøði?

At lesa søgu sum høvuðsnám og samfelagsfrøði sum hjánám gevur tær eina djúpa fatan av fortíðini og innlit í samfelagið. Um tú ynskir at hugsa kritiskt, arbeiða við keldum og seta søguligar spurningar í ein breiðari samfelagsligan samanhang, so er bachelor í søgu og samfelagsfrøði nakað fyri teg.

Hvat kann eg arbeiða við?

Tað eru størv innan bæði tann almenna og privata sektorin. Bachelorútbúgvingin gevur, saman við yvirbygningútbúgving, eisini førleika at undirvísa í søgu og samfelagsfrøði í miðnámi.

Útbúgvingin gevur atgongd til viðkomandi útbúgvingar á master stigi.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku á bachelorútbúgvingini í søgu og samfelagsfrøði er, at tann lesandi hevur staðið miðnámsskúlaprógv (kvota 1) ella hevur samsvarandi førleika (kvota 2).

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Fakliga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og  pensumlistum, sum finnast á heimasíðuni.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin í Søgu sum høvuðsnámi og Samfelagsfrøði sum hjánámi tekur 3 ár. Hvørt lestrarár er býtt í tvær lestrarhálvur á 30 ECTS. Tilsamans eru seks lestrarhálvur. Fakini eru skipað sum 10 ECTS, og bacheloruppgávan í søgu telur 20 ECTS.

Lesturin er skipaður í tveir høvuðstættirm sum  eru fak og ritgerð, ið er ein kanningarverkætlan). T.v.s. at tú sum lesandi hvørt ár fær undirvísing í vísindaliga fakøkinum umframt, at tú sjálvstøðugt skrivar eina spurdómsstýrda ritgerð.

Framtíðarmøguleikar

Staðin bachelorútbúgving gevur tær rætt til at nýta heitið Bachelor (BA) í søgu. Við hesum próvnum kanst tú arbeiða í almenna og privata geiranum við góðum førningi. BA-prógvið gevur eisini atgongd til Masterlestur, og við tí yvirbygninginum hevur tú førleika til at undirvísa á miðnámi.

Framhaldandi útbúgving

Staðin útbúgving gevur tær atgongd til viðkomandi útbúgvingar á masterstigi. Somuleiðis kanst tú - ofta treytað av, at tú supplerar - lúka upptøkutreytir til aðrar masterútbúgvingar, sum ikki eru søguvísindaligar og samfelagsfrøðiligar. Í hvørjum einstøkum føri eru neyðugt at kanna upptøkutreytirnar hjá universitetinum nærri.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í søgu við hjánám í samfelagsfrøði

Bachelor of Arts in History with a minor in social science

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini  er at geva tær sum lesandi grundleggjandi vitan um og førleikar í søgu. Tú  verður før/ur fyri at knýta saman og seta ymisk søgulig evni í eitt sosialt, politiskt og búskaparligt perspektiv, og sjálvstøðugt at orða og greina ein vísindaligan spurdóm. Eisini gevur hendan útbúgvingin tær atgongd til tvífakligt nám á masterstigi í somu faksamanseting.

Tað er á hesi útbúgvingini, at tú fært holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um søgu og samfelagsfrøði í altjóða høpi.

Bygnaður

1.

lestrarhálva (heyst)

2.

lestrarhálva (vár)

3.

lestrarhálva (heyst)

4. lestrarhálva (vár)5. lestrarhálva (heyst)

6.

lestrarhálva (vár)

Eldri heimssøga

10 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

 

Grundskeið í søguvísindaligum háttalag

10 ECTS

 

 

Eldri føroysk søga

10 ECTS

 

Sosialvísindi

10 ECTS

Valskeið

10 ECTS

Nýtíðar heimssøga

10 ECTS

 

 

Vísindaástøði 10 ECTS

 

Grundskeið í stjórnmálafrøði

10 ECTS

 

Ritgerð II

10 ECTS

 

Altjóða politikkur

10 ECTS

Bachelorritgerð í søgu

20 ECTS

Aðaltættir í makro-búskaparfrøði

5 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Háttalag II

10 ECTS

Samfelags-planlegging

10 ECTS

 

Grundskeið í sosiologi

5 ECTS

 

    

 

Um innihaldið av teimum einstøku skeiðunum, slá upp á: www.skeid.setur.fo

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Maiken Skarðenni, lestrarvegleiðara  ella við at venda tær til Erland Viberg Joensen, útbúgvingarleiðara.