2361.21 - Arkivkunnleiki


Skeiðsnummar
2361.21
Heiti
Arkivkunnleiki
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking. Skeiðið vendir sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast.
Innihald
Undirvísingin fevnir um viðkomandi lógir og meginreglur fyri skjalasøvn, sløg av tilfari, sum skjalasøvn innsavna, hvussu leitað verður eftir heimildartilfari og um tað ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum. Eisini fevnir undirvísingin um ítøkiligar venjingar í at lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar og venjingar, herundir venjing í at lesa gamla skrift. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • greina lógargrundarlagið undir almennum skjalasøvnum • greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti • eyðmerkja og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum • greiða frá og meta um heimildartilfar á skjalasavninum fyri at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan. Er eisini tøkur á Moodle.
Ábyrgd
Erling Isholm