2669.15 - Bachelorritgerð í søgu


Skeiðsnummar
2669.15
Heiti
Bachelorritgerð í søgu
ECTS
20
Fortreytir
Hin lesandi skal hava staðið allar bundnar uppgávur á bachelorstigi, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til bachelor.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum søga. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi: 1. Sjálvstøðugt dugir at skriva eina størri ritgerð. 2. Við støði í einum søguligum evni dugir at skera til eina greiða uppgávuorðing, sum byggir víðari á undanfarna gransking. 3. Dugir at velja háttaløg og ástøði og grundgeva fyri teimum í einari søguligari greining. 4. Dugir at avmarka greinað tilfar til tað, sum er viðkomandi fyri uppgávuorðingina. 5. Megnar at vísa, at hann hevur evnini at skipa verk og úrslit síni í eina samanhangandi, væl skrivaða og skipaða ritgerð. 6. Megnar at liva upp til tey krøv, sum sett verða til greining, grundgeving og próvførslu í akademiskum avrikum. 7. Dugir at gera viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bachelorritgerðini.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará