2669.16 - Bachelorritgerð í søgu


Skeiðsnummar
2669.16
Heiti
Bachelorritgerð í søgu
ECTS
20
Fortreytir
Hin lesandi skal hava staðið allar bundnar uppgávur á bachelorstigi, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til bachelor.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum søga. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi: – Greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, problemstilling og spurdómi. – Grundgeving fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. – Skjalprógva innsavnan og kritiskt arbeiði við fakligum bókmentum, sum eru viðkomandi fyri spurdómin. – Brúk av keldukritiskari háttalagi til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiseraða og kritiska støðu til empiriska tilfarið og søguliga høpið, í mun til spurdóm og problemstilling. – Eginleikar at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bachelorritgerðini.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará