2669.20 - Bachelorritgerð í søgu
Skeiðsnummar
2669.20
Heiti
Bachelorritgerð í søgu
ECTS
20
Fortreytir
Hin lesandi skal hava staðið allar bundnar uppgávur á bachelorstigi, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til bachelor.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum søga. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi at:
• Grundgeva greitt og sannførandi fyri evnisøki og spurdómi.
• Grundgeving fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni.
• Skjalprógva innsavnan og kritiskt arbeiði við fakligum bókmentum, sum eru viðkomandi fyri spurdómin.
• Brúka keldukritiskt háttalag til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiseraða og kritiska støðu til empiriska tilfarið og søguliga høpið, í mun til spurdóm og greiðsluevni.
• Vísa eginleikar at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar við bókmentalista í bachelorritgerðini.
Ábyrgd
Erling Isholm