2018.20 - Grundskeið í søguvísindaligum háttalag


Skeiðsnummar
2018.20
Heiti
Grundskeið í søguvísindaligum háttalag
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguvísindalig háttaløg og arbeiðshættir, at veita teimum grundleggjandi førleika til at meta um søguliga gransking og at vanda sær um søguligar heimildir.
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum dømi úr søgugransking, keldum og øðrum tilfari fáa innlit í háttaløg hjá søgufrøðingum. Støði verður tikið í metodubók/um um søguvísindaliga gransking, har ymisk sjónarmið verða lýst. Síðan verða kelduuppgávur gjøgnumgingnar við støði í keldukritiskum háttaløgum og ítøkiligum keldukritiskum spurningum. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein ástøðiligan part og ein drúgvari venjingarpart, har keldur og kelduuppgávur verða viðgjørdar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og venjingar. Kelduuppgávur verða gjøgnumgingnar, harav 3 uppgávur verða givnar teimum lesandi at svara uppá heima.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal lesandi verða før/ur fyri at: • Eyðmerkja søguligar keldur • Skilja og greiða frá søguvísindaligu hugtøkunum • Kritiskt reflektera yvir tað søguvísindaligu sannkenningartilgongdina • Viðgerða kritiskt søguligar heimildir; herundir, hvussu søguligar keldur kunnu gagnnýtast sum einstakar keldur og sum partar av eini heild • Greina og meta um lutfallið millum ymisk sløg av søguligum heimildum • Skriva greiðan og samanhangandi tekst, sum er í samsvari við søguvísindaliga siðvenju • Greina søguligar hendingar út frá einum givnum keldugrundarlagið • Viðgera kritiskt eitt givið heimildargrundarlag, við tí endamálið, at svara einum givnum spurningi
Próvtøkuháttur
Munnlig uttanseturs próvdøming í próvtøkuuppgávu. Próvtøkuuppgávan er ein 5-daga bundin skrivlig heimauppgáva við endan á skeiðinum. Tey lesandi fáa útflýggjað eina kelduuppgávu við givnum spurningum at svara heima. Hjálparamboð eru loyvd. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava latið inn og fingið góðkent minst 2 av teimum 3 oman fyri nevndu heimauppgávunum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará