6113.23 - Arkivkunnleiki


Skeiðsnummar
6113.23
Heiti
Arkivkunnleiki
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At geva teimum lesandi førleikar at kanna søgulig evni, grundað á skjalarannsóknir og brúk av skjølum sum almenn skjalasøvn umsita. Eisini skulu tey lesandi fáa almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking. Skeiðið vendir sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast.
Innihald
Undirvísingin fevnir um at leita fram, lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum. Eisini fevnir hon um viðkomandi lógir og meginreglur fyri skjalasøvn, sløg av tilfari, sum skjalasøvn innsavna, og tað ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin fer fram við ymiskum venjingum, serliga við skjalarannsóknum v.m. og við at lesa gamla skrift. Eisini verða fyrilestrar og kjak um serlig skjalasavnsevni. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • eyðmerkja og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum, • greiða frá og meta um heimildartilfar á skjalasavninum fyri at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur, • greina og greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum og lógargrundarlagi teirra, og • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Andras Marni Mortensen