Skriva út

B.A. í søgu

Bachelor of Arts in History
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180 ECTS
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Bygnaður

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva4. lestrarhálva5. lestrarhálva6. lestrarhálva

Sosiologi

10 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vallærugrein

10ECTS

Histografi

10 ECTS

 

Vallærugrein

10 ECTS

 

Eldri heimssøga

10 ECTS

Nýtíðar
heimssøga

10 ECTS

Politisk ástøði 
og idesøga 

10 ECTS

Arkiv
kunnleiki

10 ECTS

Eldri føroysk søga 

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Grundskeið í
søguvísindaligum
háttaløgum

10 ECTS

Ritgerð II 

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS

 

Vallærugreinar á 3. lestrarhálvu:

Grundskeið í stjórnmálafrøði (neyðug lærugrein fyri undirvísingarførleika í søgu á miðnámi)

Antropologi

 

Vallærugreinir á 4. lestrarhálvu:

Búskapur og samfelag (neyðug lærugrein fyri undirvísingarførleika í søgu á miðnámi)

Demokrati, valskipanir og veljaraatferð

Umhvørvissøga

 

Vallærugreinir á 6. lestrarhálvu:

Globalisering og samfelagsbroytingar

Altjóða politikkur

 

 

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í søgu tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Politikki og umsiting' og 'Sosialvísindum og samfelagsplanlegging'.

Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í vísindaástøði, søguvísindaligum háttaløg
  • 2. lestrarár er problemorienterað prosjektarbeiði
  • 3. lestrarár er høvðusritgerð

Innihald

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Undirvíst verður m.a.:

  • um søguvísindaligt arbeiðslag
  • um føroyska søgu og alheimssøgu
  • um altjóða politikk og modernitet
  • um arkivkunnleika
  • um smátjóðir í danska ríkinum

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Søga - Smátjóðir og altjóðagerð er lesturin fyri tey, sum ynskja at arbeiða innan ymisk øki við avbjóðingum hjá smátjóðum, men gevur eisini nógvar aðrar kvalifikatiónir, so sum víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Við útbúgving frá Søgu- og samfelagsdeildini ert tú væl ílatin - bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lestur á masterstigi.

Framhaldandi útbúgving

B.A. útbúgvingin í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð - gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Andras Mortensen, virkandi útbúgvingarleiðara, andrasm@setur.fo