2622.16 - Búskapur og Samfelag


Skeiðsnummar
2622.16
Heiti
Búskapur og Samfelag
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki. Førleiki í enskum máli.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar • Tann leiklut, sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligum umbroytingum
Innihald
Innleiðslu í nøkur av teimum grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina. Týðandi tema eru útboð og eftirspurningur, marknaðarmekanisma, marknaðarinntriv, produktivitetur og búskapar-vøkstur, búskaparsveiggj og konjukturstýring, altjóða handil
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 60 tímar. Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, at svara spurningum, og dialogar, studentaframløgur, herundir regluligar vegleiðandi royndir við 15-20 minutta munnligum studentaframløgum við útgangsstøði í neyvari tilskilaðum læruúrtøku-stevnum. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið innleiðsla í búskaparfrøði sum part av BA/BS prógvi, hevur, tá skeiðið er lokið, fingið duguleika í at greiða frá, lýsa, og/ella meta um niðanfyri standandi samfelagsbúskaparlig málsevni: • Marknaðarbúskapur sum drívmegi aftan fyri framleiðslu, arbeiðsbýti og altjóða handli • Marknaðarmekanisman við útboði, eftirspurningi og prísskapan • Orsøkir til at marknaðarmekanisman viðhvørt ikki virkar nóg væl og møguligar politiskar loysnir • Búskaparligu geirarnir og ringrásin, máting av arbeiðsloysi, prísvøkstri og ójavna • Tjóðarroknskapur, herundir gjaldsjavni og uttanlandshandil • Inntøkuskapan, búskaparvøkstur • Búskaparsveiggj og búskaparkreppur • Ymisk sløg av konjukturpolitikki, ástøði aftanfyri, amboð og endamál • Altjóða handil
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Jens Chr. Svabo Justinussen