2068.17 - Føroyskt fiskivinnusøga


Skeiðsnummar
2068.17
Heiti
Føroyskt fiskivinnusøga
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. Evnisøki á fimta semestri. Skeið í hjánám í søgu. Valskeið í Politikk og umsiting & Sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Stakskeið (gjald).
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til fiskivinnusøgu Føroya, og geva teimum lesandi eina breiða fatan av, hvussu fiskivinna gjørdist høvuðsvinna í Føroyum, og hvussu tað hevur ávirkað samfelagið tvær tær síðstu øldirnar.
Innihald
Tey lesandi fáa gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika um føroyska fiskivinnusøgu, umframt hvussu henda vinna ávirkaði búskap og samfelag. Føroyska søgan verður eisini samanborin við fiskivinnusøguna í grannalondunum. Leitað verður aftur til elstu keldur um útróður í bóndasamfelagnum, nógv verður gjørt burtur úr royndunum at menna havfiskiskap í 19. øld, og fylgt verður við menningini av fiskivinnuni í 20. øld. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm at skriva uppgávu um. Í tí sambandi skulu studentarnir eisini leggja spurdómarnar fram til kjaks við hinar studentarnar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi kunna: • greiða frá grundleggjandi søgugongdini í føroysku fiskivinnusøguni. • duga at síggja samanhangir millum føroysku fiskivinnusøguna og líknandi søgu í grannalondunum. • greiða frá grundleggjandi hugtøkum, sum verða brúkt í fiskivinnusøguligari gransking. • meta um, hvørja ávirkan fiskivinnan hevur havt á samfelagið í ymiskum tíðarskeiðum • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni við tí fyri eyga at fáa nýggja vitan fram.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein individuel ritgerð á í mesta lagi 6000-7000 orð um eitt evni ella sjónarmið, sum undirvísarin góðkennir umframt munnlig próvtøka við støði í bæði ritgerð og lestrarlista. Í ritgerðini skulu tey lesandi prógva, at tey megna at gera eina greining við støði í teimum málum, ið eru nevnd undir læruúrtøka/Learning outcomes. Fyri at standa próvtøkuna skal tann lesandi frammanundan hava hildið eina munnliga framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1.000-1500 siður.
Ábyrgd
Erling Isholm