2665.15 - Praksis skeið - Skipanarlóg í verki


Skeiðsnummar
2665.15
Heiti
Praksis skeið - Skipanarlóg í verki
ECTS
2,5
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
At geva teimum lesandi innføring í tættir í lóggávu um skipan og ætlanir í lóggávu um forsorg, býarskipan, bygging og náttúrufriðing. Út frá veruligum ella hugsaðum dømi um broyting av skipan ella ætlan (t.d. býarskipan ella raðfesting á sosiala økinum), læra at meta um framferð hjá myndugleika, viðkomandi hoyring og rættindum hjá borgarum og harvið læra, hvussu samfelagsplanlegging fer fram í verki.
Innihald
Tættir í formligari og sakligari fyrisiting, skipað við innføring í ymsa skipanarlóg, har tey lesandi fyrst fáa innlit í viðkomandi ásetingar. Seks dagar vera við frálæru (dupulttíma hvønn dag) og bólkaarbeiði. Síðani verða tveir dagar, har tey lesandi verða býtt í bólkar at umboða ymisk sjónarmið hjá myndugleikum og borgarum umframt at virka sum trætustovnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað við frálæru (seks dupulttímum), vegleiðing umvegis teldukervi (FirstClass), kjaki og røð av fundum í trætustovni, har partarnir leggja fram sjónarmið, taka ávegis avgerðir um mannagongd og orða úrskurð.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda dugir tann lesandi:  at sýna innlit í hvussu samfelagsplanlegging fer fram eftir lóg;  at sýna innlit í heimildir hjá myndugleika at broyta ætlanir og skipanir; at sýna innlit í mannagongdir í broyting;  at sýna innlit í rættindi borgaranna tá ið lagdar verða ætlanir og skipanir;  at sýna innlit í tvørgangandi heimildir hjá øðrum myndugleikum;  at sýna innlit í viðkomandi ásetingar í fyrisitingarlógum;  at sýna innlit í kæruviðgerð;  at velja út mest viðkomandi skjøl og sjónarmið at leggja fram innan givnar karmar;  at greina rættarstøðuna í ritum og úrskurðum í kærutilgongd.
Próvtøkuháttur
80% uppmøting kravd. Próvtøkan er skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Umleið 200 síður at lesa av lógteksti, viðmerkingum, álitum, dómum, og greinum.
Ábyrgd
Bárður Larsen