B.S.Sc. í stjórnmálafrøði (fyrr: politikki og umsiting)
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS


Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.
Bygnaður
1. lestrarhálva (heyst) | 2. lestrarhálva (vár) | 3. lestrarhálva (heyst) | 4. lestrarhálva (vár) | 5. lestrarhálva (heyst) | 6. lestrarhálva (vár) |
---|---|---|---|---|---|
Stjórnmál og almennur politikkur 10 ECTS | Vallærugrein I 10 ECTS | ||||
10 ECTS |
Vallærugreinir á 4. lestrarhálvu:
6110.23 Demokrati í teori og praksis
Skipan av útbúgvingini
Bachelorútbúgvingin í søgu tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Søga' og 'Sosialvísindum og samfelagsplanlegging'.
Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.
Innihald
Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.
Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Undirvíst verður m.a:
- um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg
- um tvørvísindi og verkætlanararbeiði
- um føroyskan og altjóða politikk
- um stýrisskipanir, demokrati og vald
- um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Framtíðarmøguleikar
Við útbúgving í politikki og umsiting ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin, tú kanst millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum.
Framhaldandi útbúgving
B.S.Sc. útbúgvingin í politikki og umsiting gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo