2136.18 - Almennur politikkur og fyrisiting


Skeiðsnummar
2136.18
Heiti
Almennur politikkur og fyrisiting
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám,ella tilsvarandi førleikar.
Endamál
At fáa innlit í, hvussu almennur politikkur og fyrisiting virkar. Vit hyggja eftir hesum yvirskipað við atlit til Føroyar og føroysk viðurskifti - Tey lesandi skulu verða før at brúka ymisk ástøði og háttaløg til at skilja og greina politiskar tilgongdir og á hendan hátt verða før fyri at meta um, hvussu tað føroyska politiska kervið er uppbygt og virkar.
Innihald
Vit fara at lýsa og greina, hvussu politiskar skipanir seta sær mál og føra tey út í lívi, og hvørji policy-amboð verða tikin í brúk í hesum sambandi. Eftir at fólkið í einum demokratiskum landið hevur valt politiskararnar inn á ting, hvussu verður politikkur til? Hvønn leiklut hevur embætisveldi í hesum sambandið? Evni sum verða lýst á skeiðnum eru m.a. sambandi millum embætisverkið og politikarar, áhugabólkar (lobbyima), stýringsástøði, organisatiónsástøði, og umsitingarlæra. Har tað er viðkomandi, verða evnini lýst við føroyskum dømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, kjak og virkin luttøka, har tann lesandi millum annað venur førleikan at argumentera fakliga fyri sínum sjónarmiðum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal: • Duga yvirskipað at greiða frá hvørji temu og kjarnu trupulleikar eru í samband orðing (policy-making), verksetan, og umsiting av politikki í einari demokratiskari skipan. • Duga at greiða frá og greina hesi fyribrigdi við ástøði og hugtøkum, sum tey hava lært á skeiðinum. • Duga at seta ástøðini í samband við ítøkilig empirisk dømi í nútíðarsamfelagnum. • Sjálvstøðugt at brúka ástøði og háttaløg, tey hava lært, til at greina og kritisk meta um aktuel og viðkomandi viðurskifti í nútíðarsamfelagnum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu velja sær eitt evni í samráð við undirvísaran og skriva einsæris eina ritgerð (10-15 síður), ið skal verjast við munnligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, tá ið skeiðið byrjar. Vit lesa umleið 1000-1200 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen