2275.23 - Stjórnmál og almennur politikkur


Skeiðsnummar
2275.23
Heiti
Stjórnmál og almennur politikkur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám og staðið skeiðið Stjórnmálafrøði
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi nærri innlit í, hvussu politiska skipanin virkar. Herundir um ymisk skipanarlig viðurskifti og stovnar, politiskar leikarar og um ymiskar mátar at skilja politiskt úttak.
Innihald
Skeiðið fevnir um evnir av týdningi fyri klassiska stjórnmálafrøði. Tað er um: • skipanarlig politisk viðurskiftir og ymisleika hesum viðvíkjandi • krøv til politiskar skipanir og politiskar tilgongdir • delegatión av vald • stjórn og parlament og samanspælið teirra millum • politiskar leikarar (politiskir flokkar og áhugafeløg) • valskipanir, veljarin og ávirkan á politiskar flokkar Skeiðið fevnir eisini um politiskt úttak (policy). Tað er um: • almennan politikk og policy amboð • politiska dagsskráin • ymisk ástøði um, hvussu vit kunnu forklára politiskt úttak, tvs. úrslitið av politiskum tilgongdum Atlit verða eisini tikin til ein føroyskan skipanarligan kontekst.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum ein samanseting av fyrilestrum og virknari undirvísing, har tann lesandi luttekur við bólkaarbeiði, smærri skrivligum uppgávum og í viðgerð av evnum í undirvísingini. Lesandi hava eisini framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - orða og grundgeva fyri viðkomandi spurdómum til evnir viðgjørd í fakinum - allýsa hugtøk og viðgerða ástøði viðkomandi fyri spurdóm - eyðmerkja viðkomandi empiriskar upplýsingar av týdningi fyri spurdóm og duga at seta í samband við kanning av spurdómi - greina evni av týdningi fyri stjórnmál og almennan politik
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu velja sær tvey evnir og orða tveir spurdómar, ið undirvísarin skal góðkenna. Ein spurdóm til evni undir stjórnmál og ein til evni viðvíkjandi almennum politikki. Lesandi skriva einsæris tvær uppgávur á 2.500 orð +/- 10 % hvør. Eitt endaligt próvtal verður givið og hvør uppgáva vigar ½.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin á áleið 1.000 síður er tøkur á Moodle síðu við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen