2276.23 - Almenn Umsiting


Skeiðsnummar
2276.23
Heiti
Almenn Umsiting
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám og staðið fakið Stjórnmálafrøði
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í, hvussu almenn umsiting verður fatað í stjórnmálafrøðini (politologiini), hvussu hon verður skipað (organiserað), og hvønn leiklut hon hevur í eini nútíðarhóskandi demokratiskari politiskari skipan.
Innihald
Í skeiðnum verða grundleggjandi evnir innan almenna umsiting viðgjørd. Tað fevnir um: • meginreglur og myndlar fyri skipan av eini landsfyrisiting, • bureaukrati, • leiklutin hjá einum embætisfólki og samanspælið millum embætisfólk og landsstýrisfólk. Harumframt fevnir skeiðið um: • almenna stýring og almenna fíggjarstýring, • implementering og leiklutin hjá almennum starvsfólkum (street-level bureaucrats), almenn umsiting á ymiskum stigum: nationalt (miðsavnað), lokalt (kommunur) og altjóða (t.d. • ES), • serføroysk viðurskifti sum t.d. stødd á umsitingarligum eindum og Ríkisfelagsskapurin, og hvønn týdning tað hevur fyri almenna umsiting í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum ein samanseting av fyrilestrum og virknari undirvísing, har tann lesandi luttekur við bólkaarbeiði, smærri skrivligum uppgávum og viðgerð av evnum í undirvísingini. Lesandi skipa eisini fyri framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri: - at orða og grundgeva fyri einum viðkomandi spurdómi til evni viðgjørt í fakinum - allýsa hugtøk og viðgera ástøði av týdningi fyri spurdómin - menna eitt yvirskipað kanningarsnið fyri kanningina av spurdóminum og meta um viðkomandi empiriskt tilfar/data av týdningi fyri spurdóm - greina almenn umsitingarlig evni - duga at meta um, hvussu almenn umsiting virkar
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu velja sær eitt evni og orða ein spurdóm, ið undirvísarin skal góðkenna, og einsæris skriva eina uppgávu á 5.000 orð +/- 10%. Uppgávan skal verjast við munnligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin á áleið 1.000 síður er tøkur á Moodle síðu við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen