2809.17 - Komparativur politikkur


Skeiðsnummar
2809.17
Heiti
Komparativur politikkur
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini ella hava samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í komparativan politikk og gera tann lesandi føran fyri at kunna seta politisk evni, sum t.d. demokrati, korruption, fátækradømi og vælferð inn í ein størri komparativan samanhang.
Innihald
Komparativur politikkur verður í hesum skeiðnum lýstur við hugtøkum um politisk áhugamál (interests), politiskar skipanir (institutions) og tjóðskaparligan identitet (identity). Lond sum verða viðgjørd og lýst eru millum annað Stórabretland, Russland og Kina (undirvísarin avgerð endaligan lista).
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15 x 2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, møguligum gestalærarum, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • hava hollan kunnleika til politisk viðurskifti og skipanir í teimum londum sum hava verið viðgjørd á skeiðnum. • duga at seta politisk evni inn í ein komparativan samanhang, herundir at viðgera spurningar og tema út frá teimum tilgongdum, sum tey hava um á skeiðnum
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig heimauppgáva (max 2.000 orð) og munnlig próvtøka. Skrivliga heimauppgávan telur 1/3, og munnliga próvtøkan telur 2/3 av próvtalinum. Heimauppgávan skal skrivast einsæris. Munnliga próvtøkan er við 30 min. fyrireikingartíð, hvar loyvt er at hava alt pensum, og egnar notur við inn í fyrireikingarhøli
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen