Skriva út

B.Sc. í verkfrøði

Bachelor of Science in Engineering
  • Lestrartíð 3½ ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Verkfrøði er nýggja og breiðkaða útgávan av fyrrverandi útbúgvingunum Verkfrøði og Maskinfrøði.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting, maskinfrøði og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við fýra sergreinum, Byggi-, Orku- og El-verkfrøði (BOE) umframt Maskinfrøði.

Bygnaður

Allar sergreinarnar lesa saman 1. árið, umframt eitt skeið á 2. ári.

Á øðrum árið fer fyrsta sergreinin, Maskinfrøði, frá hinum, og lesur restina av tíðini sjálvstøðugt. Sí ”Bygnaður á Maskinfrøði”.

Tey lesandi ið skulu lesa eian av hinum sergreinunum, Byggi-, Orku ella El-verkfrøði, BOE, lesa saman 2. árið út, áðrenn tey velja sergrein. Sí ”Bygnaður á BOE-verkfrøði”.

Bygnaður á BOE-verkfrøði

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. lestrarhálva

7. lestrarhálva*

Støddfrøði 1

(fyrra helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinna helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Vesku-mekanikkur

7,5 ECTS

Valskeið

7,5 ECTS

 

 

Valskeið

7,5 ECTS

Mekanikkur

7,5 ECTS

 

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

 

 

Jarðvísindi fyri verkfrøðingar 7,5 ECTS

(sem.)

Orkuskipanir og umhvørvi

7,5 ECTS

(sem.)

Sergreins-skeið

7,5 ECTS

 

 

Starvs-venjing

30,0 ECTS

Bachelor verkætlan

30,0 ECTS

Valskeið

7,5 ECTS

Innleiðsla í verkfrøði

7,5 ECTS

 

Elektro-magnetisma

5,0 ECTS

 

Termo-dynamikkur

7,5 ECTS

(sem.)

Berandi
konstruktiónir

7,5 ECTS (sem.)

Sergreins-skeið

7,5 ECTS

 

 

 

 

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS

 

 

 Innleiðandi elfrøði

7,5 ECTS

 

Sergreins-skeið

7,5 ECTS

 

 

 

 

 

* 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.

Skipan av BOE-verkfrøði útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni.

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 30 ECTS:

• Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum.
• Bachelorverkætlan á 30 ECTS.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.

BOE-sergreinar

Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið:

Byggiverkfrøði

  • Jarðverkfrøði (7,5 ECTS)
  • Berandi konstruktiónir 2 (7,5 ECTS)
  • Bygging (7,5 ECTS)

Orkuverkfrøði

  • Jarðhiti og hitapumpur (7,5 ECTS)
  • Bygningsinstallatiónir (7,5 ECTS)
  • Varandi orka (7,5 ECTS)

El-verkfrøði

  • Stýriverkfrøði (7,5 ECTS)
  • Elektriskar maskinur (7,5 ECTS)
  • Streymrásfrøði (7,5 ECTS)

BOE-valskeið

Tey lesandi hava á útbúgvingini eisini høvi at taka valskeið. Hesi valskeið kunnu vera vald av góðkendum lista ella sum nýtt skeið eftir nærri meting. Skeiðini kunnu vera á Setrinum ella uttanseturs. Valskeið verða góðkend av útbúgvingarleiðara og lestrarráðnum.

Bygnaður á Maskinfrøði

1. lestrar­hálva

2. lestrar­hálva

3. lestrar­hálva

4. lestrar­hálva

5. lestrar­hálva

6. lestrar­hálva

7. lestrar­hálva

 

Støddfrøði 1

(fyrra helvt)

10 ECTS

 

Støddfrøði 1

(seinna helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

El 1

10 ECTS

El 3

15 ECTS

El 5
5 ECTS

Starvs-vejning
15 ECTS

 

Valskeið/
Mekanikkur

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

Motor 1
7,5 ECTS

Veitingartøkni 5 ECTS

Umhvørvi
5 ECTS

Valskeið/Innleiðsla í verkfrøði

7,5 ECTS

 

Elektro-magnetisma

5,0 ECTS

 

Valskeið
7,5 ECTS

El 2
5 ECTS

El 4
15 ECTS

Termo­dynamikkur
10 ECTS

Bachelor­verkætlan

15 ECTS

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Motor 2

7,5 ECTS

Stýringar
10 ECTS

Administratión & Jura
10 ECTS

Skipan av maskinfrøðiútbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í Maskinfrøði tekur nominelt trý og eitt hálvt ár. Maskinmeistaraprógv er upptøkukrav til Maskinfrøði. Av tí at maskinmeistaraútbúgvingin hevur nógvar líkheitir við Maskinfrøði, verður nakað av Maskinfrøði avriksflutt haðani.

Øll skeið, merkt sum sergreinaskeið fyri Maskinfrøði, verða avriksflutt frá maskinmeistara­útbugvingini. Har styttist tíðin, har lesandi lesa til 3 lestrarhálvur. Sí talvu ”Bygnaður fyri Maskinfrøði við avriksflutningi”. Ein treyt er tó, at starvsvenjingin kann góðskrivast. Starvsvenjingin kann vanliga góðskrivast frá aspirant-útbúgvingini, ella um lesandi hevur vinnubræv sum maskinmeistari, men krevur nærri góðkenning.

Bygnaður fyri maskinfrøði við avriksflutningi

1. lestrar­hálva

2. lestrar­hálva

3. lestrar­hálva

 

Støddfrøði 1

(fyrra helvt)

10 ECTS

 

Støddfrøði 1

(seinna helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Valskeið/
Mekanikkur

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

Valskeið
7,5 ECTS

Valskeið/Innleiðsla í verkfrøði

7,5 ECTS

 

Elektro-magnetisma

5,0 ECTS

 

Bachelor­verkætlan

15 ECTS

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður vanliga gjørd gerast í samstarvi við ein uttansetursstovn ella -fyritøku.

Valskeið á Maskinfrøðiútbúgvingini

Tey lesandi hava á útbúgvingini eisini høvi at taka valskeið. Hesi valskeið kunnu verða vald av góðkendum lista ella sum nýtt skeið eftir nærri meting. Skeiðini kunnu vera á Setrinum ella uttanseturs. Valskeið verða góðkend av útbúgvingarleiðara og lestraráðnum.

Undirvísing

Undirvíst verður í blokkum. Tvs. at skeiðini liggja í undirvísingarblokkum.

  • Blokkur 1: Sep.-okt.
  • Blokkur 2: Nov.-des.
  • Blokkur 3: Feb.-mar.
  • Blokkur 4: Apr.-mai.

Nærri dagfesting sæst í deildarkalendaranum.

Skeið merki við "(sem.)" liggja í lestrarhálvu-strukturi (semestrum).

  • lestrarhálva: Sep.-des.
  • lestrarhálva: Feb.-mai.

Innihald

Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar í verkfrøði og náttúruvísindum.

Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í verkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging, orkuveiting, -nýtslu og maskinfrøði. Evni, sum hava alstóran týdning í eini grønari samfelagsmenning.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Best møgulig gagnnýtsla av hesum møguleikum eru avgerandi fyri, at Føroyar skulu røkka málinum at verða 100% grønar við orku á landi í 2030.

Menning av elorkuveiting við grønum loysnum er ein týðandi partur í hesum málsetningi. Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í sambandi við eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni.

Samstundis er tørvur á einum vælvirkandi maskin-kervi til t.d. motorar, generatorar, vindmyllur o.t.

Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.

​Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er:

  • Gymnaisialt miðnámsprógv við
    • støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum 6 eftir 7-talsstiganum
    • alisfrøði á B-stigi og
    • evnafrøði á C-stigi

ella

  • Maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum. Á Maskinfrøði kunnu partar av lestrinum góðskrivast frá maskinmeistaraútbúgvingini.

ella

  • Kvotu 2-umsóknir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

GG: Upptøka á Maskinfrøði krevur maskinmeistaraprógv.

Undirvísingin gongur fyri seg - og er bygd á tilfar - á føroyskum, donskum og enskum. Vænta verður tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika í hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum í verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.  

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina, ber til at útbúgva teg víðari á universitetum í øðrum londum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst her ella við at venda tær til Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðara á jarih@setur.fo, telefon 292578 ella til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, KirstinR@setur.fo, telefon 292526.

Serkrav
  • Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B-stigi
  • Evnafrøði á C-stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum
Skeiðslýsingar
Les hjá okkum og fá eitt spennandi starv