B.Sc. í orkuverkfrøði 2019-2022
- Lestrartíð 3½ár
- Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 210
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
(verður ikki bjóðað út longur- sí Verkfrøði ístaðin)
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.
Bygnaður
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
7. lestrarhálva |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Termo-dynamikkur 5 ECTS |
Støddfrøði 2 5 ECTS |
Orka og 7,5 ECTS |
Bygnings 7,5 ECTS |
Starvsvenjing 7,5 ECTS |
Mekanikkur 7,5 ECTS |
Elektro- 7,5 ECTS |
Innleiðandi elfrøði 5 ECTS |
Effekt- 5 ECTS
|
Vindorka 7,5 ECTS |
Stýring í BLDC-drevum verki 5 ECTS |
Bachelor-verkætlan 22,5 ECTS |
Innleiðandi 7,5 ECTS |
Varandi orka 7,5 ECTS |
Dálking frá orkuframleiðslu 7,5 ECTS |
Elektriskar maskinur 5 ECTS |
Stýriverkfrøði 5 ECTS |
Innleiðsla í Revit 2,5 ECTS |
|
Líkindarokning 5 ECTS |
Hagfrøði 5 ECTS |
Evnafrøði 5 ECTS |
Streymrásfrøði 7,5 ECTS |
Elveiting 1 5 ECTS |
Starvsvenjing 15 ECTS |
|
|
|
KT-verkætlan 7,5 ECTS |
Jarðhiti og hitapumpur 7,5 ECTS |
Innleiðandi forritan í Matlab 5 ECTS |
|
|
Skipan av útbúgvingini
Bachelorútbúgvingin í orkuverkfrøði tekur trý og eitthálvt ár; øll skeið eru kravd, men til ber at gera nakrar broytingar, t.d. partur av lestrinum í útlondum, um hetta verður gjørt í góðari tíð og í samstarvið við útbúgvingarleiðaran.
Útbúgvingin inniheldur hálvt ár í starvsvenjing.
Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert klár/ur til arbeiðsmarknaðin eftir lokna útbúgving. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tú fært høvið til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um. Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarv við stovn ella felag har starvsvenjingin fór fram.
Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:
- 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
- 2. lestrarár koyra skeiðini víðari innan somu evni umframt elverkfrøði, fígging og verkætlanir
- 3. lestrarár eru flest skeið innan orku- og elverkfrøði umframt at starvsvenjingin byrjar
- 4. lestrarár endar starvsvenjingin og ein bachelorverkætlan verður gjørd
Innihald
Útbúgvingin er ein verkfrøðiútbúgving, ið gevur góðar førleikar innan náttúruvísindi og elfrøði, umframt at tað verður arbeitt við at skilja og loysa avbjóðingar á orkuøkinum.
Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.
Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag sum okkara er, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so samfelagið verður minni heft av innfluttari olju.
Útbúgvingin gevur vitan um burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.
Spurningar innan orku, ið verða viðgjørdir, eru t.d.: Hvussu minka vit um ta orku, vit brúka, við bjálving ella endurvinning? Á hvønn hátt nøkta vit tann lutfalsliga vaksandi elorkutørvin? Hvaðani skal orkan koma og hvussu kann hon goymast?
Ynskir tú at vera við til at loysa slíkar avbjóðingar og hava møguleika at lesa víðari uttanlands, so er hetta møguliga júst útbúgvingin fyri teg.
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:
- Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-talsstiganum og minst 6 eftir 7-talsstiganum
- Alisfrøði á B-stigi
- Evnafrøði á C-stigi
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
- Minst 9 eftir 13-talsstiganum
- Minst 7 eftir 7-talsstiganum
Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Undirvísingin gongurfyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
Framhaldandi útbúgving
Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til við at venda tær til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo