Skriva út

Áhuga í Verkfrøði?

Tekur tú Verkfrøði á Setrinum, fært tú eina breiða verkfrøðiútbúgving, ið harafturat hevur høgt støði í stødd- og alisfrøði. Hetta førir við sær, at nógvir víðari útbúgvingarmøguleikar innan verkfrøði, vísindi og tøkni standa tær opnir úti í heimi. Fyri at geva eina ábending á, hvat hetta merkir, kunnu vit hyggja at, hvar eldri lesandi eru farin eftir loknan lestur (hesi hava havt hvat svarar til orkulinjuna á Verkfrøði)

Hvar eru fyrrverandi lesandi farin?

  • Byggivinnuna í Føroyum
  • Geovísindi og rúmdartøkni, Danmark
  • Kjarnorkuvísindi, Bretlandi
  • Orkutøkni, sergrein innan bygningar og orku, Danmark
  • Orkutøkni, sergrein innan elskipanir og háspenning, Danmark
  • Orkutøkni, sergrein innan termiska orku og stýringum, Danmark
  • Veðurfrøði, Føroyar og Norra
  • Aðrar vinnur í Føroyum

Við endan av útbúgvingini liggur starvsvenjingin. Hendan gevur tær møkuleika í hálvt ár at royna í verki longu sum lesandi, hvussu tað er at virka í vinnuni sum verkfrøðingur. Hetta gevur tær tínar fyrstu viðkomandi fakligu arbeiðsroyndirnar, ið tú kanst skriva á egið CV longu við loknan lestur.

Fyrrverandi lesandi fingið starvsvenjing á t.d.

  • Jarðfeingi 
  • Orkudeildin á Umhvørvisstovuni 
  • Magn 
  • Martin Leo Ráðgevarar 
  • SEV 
  • SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar 
  • Tórshavnar Kommuna

Síðsti partur av útbúgvingini er bachelorritgerðin, har tú í hálvt ár fært møguleikan at granska í viðurskiftum, ið hevur áhuga fyri. Hetta verður gjørt  í samstarvi við viðkomandi persónar, virkir og stovnar. Higartil hevur tað verið rættuliga ymiskt, hvat lesandi hava tykist við. T.d. kann nevnast

Egin kanning av t.d. 

  • Hvussu er við luftdálkingini í Havn?
  • Hvussu er trygdini í føroyskum tunlum? 
  • Er jarðhiti ein góð loysn, og eru summi øki betri enn onnur?
  • Hvar er besta stað at seta eina vindmyllulond í norðuroyggjum?
  • Hvussu skjótt hevði ein battarískipan til Teistan spart seg innaftur?
  • Hvussu ávirkar veðrið hitatørvin í Føroyum?
  • Er føroyska byggireglugerðin í trá við orkumálini? 
  • Hvussu kann fjarhitin í Tórshavn optimerast?
  • Loysir tað seg at gera nýggjar ljósskipanir í eldri bygningum?

 

Hevur tú áhuga, men veitst ikki, hvat tú skalt velja av hesum, orku, el ella bygging?

Hetta er eingin trupulleiki. Øll lesa somu fakini fyrstu 2 árini, áðrenn linjan verður vald.

Tú hevur haft innleiðandi skeið í orku, el og bygging, áðren tú skalt velja. Hetta ger avgerðina nógv lættari.

 

Hevur tú onkran spurning?
Skriva so til mín á bardurn@setur.fo ella ring til mín á telefon 292562

Vit hoyrast/skrivast :)

Vinarliga

Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðari