Bachelor í El-verkfrøði
Um útbúgvingina
Her fært tú eina tøkniliga og náttúruvísindaliga útbúgving, har tú lærir at loysa fakligar og samfelagsligar avbjóðingar. Tú lærir um elektriskar skipanir, analogar elrásir, talgildar skipanir og elveitingarfrøði.
Útbúgvingin er skipað við verkætlanararbeiði og gransking í hvørjari lestrarhálvu.
Tú lærir eisini at menna tryggar, haldførar og burðardyggar loysnir, sum nøkta tørvin hjá samfelagnum.
Á fimta semestri velja lesandi annaðhvørt at halda fram sum B.Sc. ella B.Eng. Ætlar tú tær at lesa master aftan á bachelorin, so er B.Sc., sum tekur trý ár tilsamans, rætta leiðin. Ætlar tú hinvegin beint út á arbeiðsmarknaðin, so velur tú B.Eng., har tú aftrat teimum trimum árunum, fært eitt hálvt ára starvslæru. B.Eng gevur eisini atgongd til ávísan framhaldslestur, um tú seinni skuldi fingið hug til tað.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er antin, at:
umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
• Støddfrøði á A-stigi við einum miðaltali upp á í minsta lagi 6 eftir 7-stigatalsstiganum.
• Alisfrøði á B-stigi.
• Evnafrøði á C-stigi.
Ella at umsøkjarin hevur maskinmeistaraprógv við miðaltalinum minst 7 eftir 7-talsstiganum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.
Søk umvegis Vangan
*Serstakt umsóknarblað er fyri hesa útbúgving, so minst til at velja umsóknarblaðið "Verkfrøði - Bachelor upptøka kvota 1 - summarupptøka 2026" fyri kvotu 1 umsókn ella "Verkfrøði - Bachelor upptøka kvota 2 - summarupptøka 2026" fyri kvotu 2.
Innihald
Útbúgvingin gevur tær stinnar førleikar í elverkfrøði og náttúruvísindum. Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í elverkfrøði. Undir útbúgvingini verður dentur lagdur tvørfakligt arbeiði og á føroyskar infrakervislutir sum telefon- og elveitingarnet.
Føroyska veðurlagið og náttúran hava serligar avbjóðingar við sær í sambandi við skipanir, ið hava vit umhvørvið at gera, og tú lærir m.a., hvussu vindur, alda og sjórok ávirka elektriskar skipanir og tól.
Í hvørjari lestrarhávu eru verkætlanir, ið byggja veruligar trupulleikar og krevja, at tú skiftir ímillum ástøði, menning og at fremja í verki.
Tú lærur um granskingargrundaða menning og háttaløg, ið gera teg føra/n fyri at arbeiða við vísindaligum bókmentum og at skjalfesta arbeiðið sambært vísindaligum standardum.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin verður boðin út sum tvær lestrarleiðir innan fyri elverkfrøði: ein trý ára Bachelor of Science (BSc) og ein trý og eitt hálvt ára Bachelor of Engineering (BEng).
BSc-útbúgvingin gevur eitt haldgott grundarlag í elverkfrøði og fyrireikar studentar til framhaldslestur á masterstigi umframt til at fara út á arbeiðsmarknaðin.
BEng-útbúgvingin sameinir eitt gott ástøðiligt grundarlag við praktiskari verkfrøðiligari venjing og fevnir um eina kravda starvsvenjing upp á 30 ECTS í vinnuni. Henda lestrarleiðin er ætlað til at fyrireika lesandi beinleiðis til yrkisleiðina sum elverkfrøðingar, samstundis sum hon eisini gevur atgongd til framhaldslestur.
Báðar útbúgvingarnar geva hollar førleikar í elverkfrøði.
Fimta lestrarhálvan fevnir einans um valskeið og gevur studentum møguleika at velja sær sergreinir innan fyri sítt valda fakøki ella at taka lestrarhálvuna uttanlands.
Í seinastu lestrarhálvu skriva studentar eina sjálvstøðuga bachelorritgerð, har tey vísa førleika at nýta vísindaligar arbeiðshættir og verkfrøðiligar grundreglur til at loysa ein viðkomandi elverkfrøðiligan spurdóm.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær avbera góðar og fjølbroyttar starvsmøguleikar í Føroyum bæði hjá privata vinnulívinum og í tí almenna. Tú kanst m.a. arbeiða í ráðgevandi verkfrøðifyritøkum, á skipasmiðjum, hjá SEV, á brennistøðum, hjá kommunum, við infrakervisætlanarlegging og byggimálsviðgerð, og eisini við verkætlanarleiðslu.
Somuleiðis eru góðir møguleikar fyri gransking og undirvísing.
Framhaldandi útbúgving
Sum BSc-útbúgvin í elverkfrøði hevur tú eitt sterkt fakligt grundarlag til at halda fram við masterlestri í elverkfrøði ella líknandi fakøkjum á Fróðskaparsetri Føroya ella universitetum uttanlands.
BEng-útbúgvingin í elverkfrøði er skapt til tey, sum vilja fara beint út í yrkisleiðina sum verkfrøðingar. Kortini gevur útbúgvingin eisini atgongd til at søkja inn á viðkomandi masterútbúgvingar, treytað av teimum serligu upptøkukrøvunum á viðkomandi universiteti.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í El-verkfrøði (BSc)
Bachelor of Science in Electrical Engineering
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
- Tal á Lesandi -
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Bygnaður (BSc)

Bachelor í El-verkfrøði (BEng)
Bachelor of Engineering in Electrical Engineering
- Lestrartíð 3,5 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin
- Tal á Lesandi -
- ECTS 210
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Bygnaður (BEng)

Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim lestrarvegleiðara ella við at venda tær til Jóhannus Kristmundsson, útbúgvingarleiðara.