B.Sc. Ískoytisútbúgving fyri maskinmeistarar
- Lestrartíð 1¼ ár fulltíðarlestur
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 10
- ECTS 75
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
At geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.
Bygnaður
Fulltíðarlestur:
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva |
Støddfrøði 1 10 ECTS | Støddfrøði 1 10 ECTS | Støddfrøði 2 7,5 ECTS |
Stýriverkfrøði 5 ECTS | Hagfrøði 7,5 ECTS | Bachelorverkætlan 7,5 ECTS |
Innleiðandi forritan í Matlab 5 ECTS | Evnafrøði 5 ECTS | |
Vallærugrein 10 ECTS | Bachelorverkætlan 7,5 ECTS | |
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1¼ ár. ella parttíðarlestur í 2 til 3 ár Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í verkfrøði.
Innihald
Innihaldið er serliga verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.
Undirvísing
Undirvísingin gongur fyri seg á føroyskum, donskum og enskum, og er tilfarið eisini á hesum málum.
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Upptøkutreytir
Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.
Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.
Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.
Umsóknarblað er at finna HER - umsóknarfreistin er 1. august 2023 á midnátt!
Áðrenn lestrarbyrjan skipar Setrið fyri fyrireikandi skeiði í støddfrøði. Luttøka á skeiðnum er krav fyri umsøkjarar, ið ikki hava staðið Støddfrøði 3 ella Støddfrøði A. Umsøkjarar, ið hava staðið støddfrøði 3 ella A, kunnu luttaka á skeiðnum fyri at fríska upp kunnleikan til støddfrøðina.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
Framhaldandi útbúgving
Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.
Valskeið
Góðkend skeið á Setrinum:
- 3169.22 Elektromagnetisma (5 ECTS)
- 3165.19 Elektriskar maskinur (5 ECTS)
- 3137.21 Effektelektronikkur (5 ECTS)
- 5025.20 KT-verkætlan (7,5 ECTS)
- 3161.19 Vindorka (7,5ECTS)
- 3167.21 Innleiðsla í vindorku fyri maskinfrøðingar (7,5 ECTS)
- 3136.21 Elveiting 1 (5 ECTS) (í samst. við DTU)
- Elveiting 2 (5 ECTS) (á/í samst. við DTU)
Góðkend skeið á DTU:
- 31776 Energiteknologier - fra ide til realisering (5 ECTS) (leinkja)
- 41312 Fluid Mekanik (5 ECTS)
- 41501 Styrkelære 1 (5 ECTS
- 41502 Styrkelære 2 (5 ECTS)
- 41603 Konstruktion og problemløsning (5 ECTS)
- 41659 Materialelære for produktion og konstruktion (5 ECTS)
* Tann lesandi kann sjálvur finna onnur skeið og fáa tey góðkend við umsókn til lestraráðið (leinkja).
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðara, jarih@setur.fo, tlf. 292578.