Skriva út

B.Sc. í maskinfrøði 2019-2020

Bachelor in Marine Engineering
  • Lestrartíð 1¼ ár fulltíðarlestur, 2½ ár hálvtíðarlestur
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 210*
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

*Maskinmeistaraprógv 135 ECTS + bachelorlestur 75 ECTS

Endamál

At geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Bygnaður

Fulltíðarlestur (við fyrivarni fyri smærri broytingum):

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

Stýrisverkfrøði

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Forritan

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Líkindaástøði

5 ECTS

Evnafrøði

5 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1¼ ár ella parttíðarlestur í 1½ - 2½ ár. Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í orkuverkfrøði.

Innihald

Innihaldið er serliga verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.
Vallærugreinar
Um lesturin verður tikin upp á 1¼ ár, er bert pláss fyri tveimum vallærugreinum, sum eru 5 ECTS; einari heystið 2019 og einari várið 2020.
Heystið 2019: Elveiting 1 ella Styrkilæra 1 ella Effektelektronikkur.
Várið 2020: Elveiting 2 ella Styrkilæra 2.
Verður lesturin tikin yvir 1½ ár ella longri, ber til at velja millum aðrar lærugreinar, sum eru á Setrinum; heystið 2019 eru hesar at velja í: Vindorka (7,5 ECTS); Orka & inniklima (7,5 ECTS).
Undirvísing
Undirvísingin gongur fyri seg á føroyskum, donskum og enskum, og er tilfarið eisini á hesum málum.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.
Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.
Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo