Skriva út

Áhuga í Maskinfrøði?

Tekur tú Maskinfrøði á Setrinum, fært tú eina breiða maskinfrøðiútbúgving, iði byggir á maskinmeistara og ið harafturat hevur høgt støði í stødd- og alisfrøði. Hetta førir við sær, at nógvir víðari útbúgvingarmøguleikar innan verkfrøði, vísindi og tøkni standa tær opnir úti í heimi. Fyri at geva eina ábending á, hvat hetta merkir, kunnu vit hyggja at, hvar eldri lesandi eru farin eftir loknan lestur (lesandi á orkulinjuni á Verkfrøði).

Hvar eru fyrrverandi lesandi farin?

  • Byggivinnuna í Føroyum
  • Geovísindi og rúmdartøkni, Danmark
  • Kjarnorkuvísindi, Bretlandi
  • Orkutøkni, sergrein innan bygningar og orku, Danmark
  • Orkutøkni, sergrein innan elskipanir og háspenning, Danmark
  • Orkutøkni, sergrein innan termiska orku og stýringum, Danmark
  • Veðurfrøði, Føroyar og Norra
  • Aðrar vinnur í Føroyum

Síðsti partur av útbúgvingini er bachelorritgerðin, har tú í hálvt ár fært møguleikan at granska í viðurskiftum, ið tú hevur áhuga fyri.

Hetta verður gjørt  í samstarvi við viðkomandi persónar, virkir og stovnar. Higartil hevur tað verið rættuliga ymiskt, hvat lesandi hava tykist við., men á orkulinjuni á verkfrøði kann t.d. nevnast.

Egin kanning av t.d. 

  • Hvussu er við luftdálkingini í Havn?
  • Hvussu er trygdini í føroyskum tunlum?
  • Er jarðhiti ein góð loysn, og eru summi øki betri enn onnur?
  • Hvar er besta stað at seta eina vindmyllulond í norðuroyggjum?
  • Hvussu skjótt hevði ein battarískipan til Teistan spart seg innaftur?
  • Hvussu ávirkar veðrið hitatørvin í Føroyum?
  • Er føroyska byggireglugerðin í trá við orkumálini?
  • Hvussu kann fjarhitin í Tórshavn optimerast?
  • Loysir tað seg at gera nýggjar ljósskipanir í eldri bygningum?

Hevur tú onkran spurning?
Skriva so til mín á jarih@setur.fo ella ring til mín á telefon 292578

Vit hoyrast/skrivast :)

Vinarliga

Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðari