Skriva út

B.Sc í vistfrøði

Bachelor of Science in Biological Ecology
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 8
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan vistfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

Lívrunnin
evnafrøði

Jørð, hav
& luft

Havlívfrøði I

Feltskeið
í vistfrøði

Havlívfrøði II

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

Almenn
lívfrøði II

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

Arvalæra 

Fiskifrøði 

 

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

Almenn
lívfrøði III

Vistfrøði
á landi

Rannsóknar-
ætlan og
dátugreining  

Eiturfrøði  

Bachelor-
verkætlan

Almenn
lívfrøði I

Lívevnafrøði

Smáveru-
lívfrøði

Eiturvistfrøði
og dálking

Veðurlags-
broytingar
og árin á
plantur og
djór

 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum, sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar lív- og vistfrøðiligar førleikar.

Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Innihald

Á vistfrøði útbúgvingini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum og við vistfrøði á landi.

Tú fært høvi at kanna árinini av alheimsupphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, djór, plantur og smáverur.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina vistfrøðiligar spurningar. Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin.  Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum- ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd- við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

  • alisfrøði á B-stigi
  • støddfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:

  • sum umhvørvisráðgevi – t.d. innan burðardygga menning
  • á granskingarstovnum
  • sum vísindajournalistur
  • í undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í vistfrøði hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo.