University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

Um útbúgvingina

Diplom í námsfrøði er ein hægri grundleggjandi námsfrøðilig útbúgving, sum snýr seg um at menna fakligan førleika og ástøðiliga vitan, sum er grundleggjandi í námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum arbeiði.

Hví lesa diplom í námsfrøði

Á útbúgvingini Diplom í námsfrøði fært tú hægri grundleggjandi vitan og fakligar førleikar at virka á námsfrøðiliga økinum. Tú fært innlit í ástøði og arbeiðshættir úr eitt nú námsfrøði, sernámsfrøði, sálarfrøði og samfelagsfrøði.

Hvat kann eg arbeiða við?

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru á námsfrøðiliga økinum. Við Diplom í námsfrøði kanst tú arbeiða á dagstovna- og sernámsfrøðiliga økinum og vera við til at menna fakliga stigið.

Upptøkutreytir

Tú ert 25 ár ella eldri, hevur viðkomandi starvsroyndir og skalt vera í starvi sum hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum, bæði áðrenn og undir lestrinum.

Flestu umsøkjarar skulu standa eina upptøkuroynd. Í mesta lagi kunnu 1/3 av umsøkjarum fáa atgongd uttan at fara til upptøkuroynd.

Umsøkjarar, sum hava lokið miðnámsprógv ella hava miðnámslíka útbúgving, skulu hava tvey ára viðkomandi starvsroyndir. Hesir umsøkjarar kunnu fáa boð um, at teir skula til upptøkuroynd, áðrenn teir kunnu vera innskrivaðir til útbúgvingina.

Umsøkjarar, sum hava lokið námsfrøðihjálparaútbúgving, skulu hava tvey ára viðkomandi starvsroyndir. Hesir umsøkjarar skulu til upptøkuroynd, áðrenn teir kunnu vera innskrivaðir til útbúgvingina.

Umsøkjarar, sum ikki hava miðnámsprógv, miðnámslíka útbúgving ella námsfrøðihjálparaútbúgving skulu hava 5 ára starvsroyndir, harav 3 ára viðkomandi starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum. Hesir umsøkjarar skulu til upptøkuroynd, áðrenn teir kunnu vera innskrivaðir til útbúgvingina.

Metingin og viðgerðin av øllum umsóknum verður einans gjørd út frá teimum skjølum, sum eru send inn saman við umsóknini. Um tað í umsóknini verður nevnt, at umsøkjarin hevur viðkomandi starvsroyndir, men einki skjalprógv er saman við umsóknini, so verður hendan starvsroynd ikki tikin við í metingina og viðgerðina.

Játtan frá arbeiðsgevara skal fyriliggja um, at umsøkjarin er í starvi. og at stovnurin hevur ein námsfrøðing, sum hevur ábyrgd av umsøkjaranum, meðan viðkomandi er lesandi. Um játtan ikki fyriliggur, verður umsóknin ikki viðgjørd.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Á útbúgvingini verður dentur lagdur á námsfrøðiligan, sernámsfrøðiligan, sálarfrøðiligan og didaktiskan førleika. Hesi geva saman við kunnleika um sosialisering, málmenning og skapanar- og virknisnámsfrøði tær eina grundleggjandi vitan um og fatan av ástøðiligari tilgongd til námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga arbeiðið. Sum lesandi skalt tú læra at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjanum.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum grundskeið, so tú sum lesandi fært eina hægri grundleggjandi vitan í námsfrøði, sernámsfrøði, sálarfrøði og sosiologi. Harumframt eru eisini onnur viðkomandi skeið.

Undirvísing er vanliga ein dag um vikuna. Umleið helmingurin av undirvísingardøgunum er á Námsvísindadeildini, og hin helmingurin er fjarundirvísing. Øll skeið byrja og enda tó við, at tit lesandi møta á Námsvísindadeildini tveir samanhangandi dagar.

Ein týdningarmikil partur av útbúgvingini er praksismenning, sum fevnir um ein fjórðing av útbúgvingini. Tú nemur tær størsta partin av praksismenningi á tínum arbeiðsplássi, har tú skalt arbeiða minst 20 tímar um vikuna. Tó skalt tú taka ein part av praksismenningini á øðrum arbeiðsplássi, har tú ikki arbeiðir frammanundan. Hetta merkir, at tú sum lesandi skalt í starvslæru í 3 vikur á 20 tímar, umframt 2 tímar starvslæruvegleiðing á antin 1. ella 2. lestrarári. Tey, ið starvast á serøkinum, fara í starvslæru á einum dagstovni, frítíðarskúla ella líknandi stovni á 1. ári. Tey, ið starvast á dagstovni, frítíðarskúla ella líknandi stovni, fara á serøkið á 2. ári.

Á hvørjum skeiði fært tú uppgávur, ið tú skalt arbeiða við í praksismenningini. Hetta skal skjalfestast í loggbók. Í endanum á hvørjum lestrarárið arbeiða tit lesandi í 3 vikur við praksismenningini, sum tit hava skjalfest gjøgnum lestrarárið í loggbókina.

Framtíðarmøguleikar

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru á námsfrøðiliga økinum. Við Diplomi í námsfrøði kanst tú arbeiða á dagstovna- og sernámsfrøðiliga økinum og geva íkast til fakliga menning.

Framhaldandi útbúgving

Tey, ið hava staðið útbúgvingina Diplom í námsfrøði, hava møguleika fyri at søkja um upptøku til triðja og fjórða ár á Bachelorútbúgvingini í námsfrøði.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Diplom í námsfrøði

Diploma in Social Education

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Námsvísindadeildin (NÁD)
  • Tal á Lesandi 25
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum í KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstri og KT-trygd, heimasíðuskipanum v.m.

Bygnaður

1 ári:  Føroyskt sum samskiftismál (10 ECTS), Lívsáskoðan og siðalæra (10 ECTS), Námsfrøði (10 ECTS) og Praksismenning I (10 ECTS)

2. ári: Námsfrøðilig sálarfrøði (10 ECTS); Menniskja, stovnur og samfelag (10 ECTS), Sernámsfrøði (10 ECTS) og Praksismenning II (10 ECTS)

3 ári: Mál- og lesimenning (10 ECTS), Skapanar- og virknisnámsfrøði - grundskeið (10 ECTS), Námsfrøðilig og/ella sernámsfrøðilig verkætlan (10 ECTS) og Praksismenning III (10 ECTS).

Próvtøka

Øll skeiðini enda við eini próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalsstiga. Próvtøkur verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Marius Joensen, útbúgvingarleiðara fyri námsfrøðingaútbúgvingina.