Skriva út

Diplom í web-menning

Diploma of Higher Education in Web Development
  • Lestrartíð 2,5 til 4 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum web-mennarar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir o.a.

Bygnaður (parttíðarlestur 2,5 ár)

1.

árshálva

2.

árshálva

3.

árshálva

4. 

árshálva

5.

árshálva

Innleiðing í
teldufrøði

7,5 ECTS

 

Databasur og SQL

7,5 ECTS

 

Linux-skipanir

7,5 ECTS

 

 

Teldunetverk og dátu- samskifti

7,5 ECTS

Web skipanir við ASP.NET Core/C#

7,5 ECTS 

 

Stýriskipanir

7,5 ECTS

 

 

Objektrættað
forritan við Java 1

7,5 ECTS

Forritanar verkfrøði

7,5 ECTS

 

 

Design mynstur við Java

7,5 ECTS

 

KT-verkætlan

7,5 ECTS

 

 

 

Innleiðandi
forritan við Python

7,5 ECTS

Innleiðing í Web skipanir

7,5 ECTS

 

Objektrættað forritan við Java 2

7,5 ECTS

KT-trygd

7,5 ECTS

 

Fíggjarstýring

7,5 ECTS

 

 

 

 

 

 * Forritan til Android

7,5 ECTS

 

 

Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.

Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju, skeiðsheitum og innihaldi í skeiðum.

* Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.


Skipan av útbúgvingini

Í diplomútbúgvingini í web-menning lærir ein um teldufrøði og forritan, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, forritanarverkfrøði og fíggjarstýring.

Innihald

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, t.d. tekniskum, fyrisitingarligum ella handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan. Nýttu forritanarmálini eru Python og Java, umframt onnur mál til web-skipanir (HTML/CSS/JavaScript/PHP/.NET Core C#/SQL).

Mesta undirvísingartilfarið er á enskum máli. Ein lærugrein (Fíggjarstýring) hevur danskt undirvísingartilfar, og ein lærugrein (Forritan til Android) er fjarlestur á enskum og svenskum máli frá Mittuniversitetinum (MIUN) í Svøríki, sum vanliga er skipað við stuðulsundirvísing í Føroyum.

Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, og kann takast uppá millum 2,5 og 4 ár.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir). Til ber at søkja um upptøku í upptøkuskipanini ella við at taka niður umsóknarblað til bachelorútbúgvingar HER.

Framtíðarmøguleikar

Við diplomútbúgving í web-menning fært tú fjølbroyttar møguleikar at arbeiða við:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
  • KT-rakstri og –trygd
  • heimasíðuskipanum, spølum, lýsingum og appum

Framhaldandi útbúgving

Lesandi við diplomútbúgving í web-menning kunnu halda fram á bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum. Kravið er at tú lýkur upptøkukravið til bachelorútbúgvingina. Við diplomútbúgving kann bachelorútbúgvingin gerast liðug við at taka 37,5 ECTS av navngivnum skeiðum og skriva eina 22,5 ECTS bachelorritgerð, svarandi til 1 árs fulltíðarlestur.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til útbúgvingarleiðaran, Hilmar Simonsen: hilmars@setur.fo

Serkrav

Treyt fyri upptøku er gymnasialt miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir).

Skeiðslýsingar