1020.15 - Málsøga


Skeiðsnummar
1020.15
Heiti
Málsøga
ECTS
8
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
At studenturin ognar sær innlit í lærugreinina Málsøgu, málsøgulig hugtøk og háttaløg til at fáa greiði á høvuðsdráttunum í søguni hjá norðurlandamálunum, tó serliga hjá føroyskum máli frá umleið 1300 til nútíðina.
Innihald
Í Málsøgu verður arbeitt við føroyskum máli í søguligum høpi, har ið ljós verður varpað á málbroytingar og søguligu menningina hjá málinum. Tað verður lutvíst gjørt við at samanbera yngri og eldri málstig og lutvíst við at samanbera føroyskt við onnur norðurlandamál. Málsøga fevnir bæði um tekstalestur og ástøði. Lesturin er vanliga skipaður í tíðarrað frá elstu tíðum og frameftir. Dentur er lagdur á ljóð-, form- og setningafrøðiligar broytingar, eins og orðfeingið gjøgnum tíðirnar verður viðgjørt. Tekstirnir skulu geva eina mynd av málinum eitt ávíst tíðarskeið í søguni, meðan tann ástøðiligi parturin viðger orsakir til málbroytingar og roynir at svara spurningum sum: hvat hendir, tá ið broytingar fara fram, hvussu og hví henda málbroytingar, viðgera útbreiðsluvegir o.s.fr. Tann ytra málsøgan verður eisini viðgjørd, t.e. samfelagsumstøðurnar, sum málið er ein partur av. Føroyskir navnasiðir eins og føroyska stavsetingin verða viðgjørd í søguligum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 x 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við bólkarbeiði.
Læruúrtøka
Studentur, ið hevur staðið málsøgu sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, lutvíst fingið kunnleika um føroyska málsøgu og lutvíst grundleggjandi vitan um háttaløg og ástøði, sum verða nýtt í málsøguligum arbeiði. Við hesari vitan skal studenturin duga at • arbeiða verkliga og ástøðiliga við málsøguligum spurningum • samanbera tekstir frá ymsum tíðarskeiðum og gera niðurstøður um málbroytingar við støði í tekstum • staðseta og tíðarfesta tekstir í høvuðsheitum • miðla málsøguliga vitan munnliga og skrivliga • umrøða málsøguligar spurningar fakliga dygt • seta fólka- og staðanøvn inn í ein málsøguligan samanhang • seta orðaskiftið um tann føroyska stavsetingarspurningin inn í ein størri málsligan samanhang
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt sundur í tveir partar. Ein skrivlig próvtøka í 3 tímar, har einastu loyvdu hjálparamboð eru orðabøkur. Sama dag verður ein bundin heimauppgáva útflýggjað, sum skal latast inn kl. 12.00 tríggjar dagar seinni. Heimauppgávan skal vera 4-6 síður til longdar. Próvtøkurnar telja eina helvt hvør. Studenturin skal hava staðið báðar partar fyri at standa.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen