1024.20 - Byrjanarskeið til føroyskt


Skeiðsnummar
1024.20
Heiti
Byrjanarskeið til føroyskt
ECTS
0
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivaður til BA- ella hjánámslestur í føroyskum.
Endamál
Skeiðið gevur studentinum vitan um hugtøk, frøðiheiti og kanningarhættir, sum eru grundleggjandi í arbeiðinum við føroyskum máli, bókmentum og tjóðfrøði á akademiskum stigi. Harumframt fyrireikar byrjanarskeiðið studentin til eitt virkið lestrarlív og vísir, um studenturin er til reiðar at fara undir skipaðan akademiskan lestur.
Innihald
Undirvíst verður í føroyskum máli, bókmentum og tjóðfrøði við denti á grundleggjandi hugtøk, frøðiheiti og háttaløg. Skeiðið varir tvær vikur og er partur av øllum skeiðum, bæði málsligum og bókmentaligum, fyrsta árið á BA-náminum og er at rokna sum partur av ECTS-stigunum, sum hesi skeið geva. Í orðaskifti og við virknari luttøku sleppa studentarnir at vísa, at teir eru til reiðar og megna at fara undir skipaðan akademiskan lestur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, bólkaarbeiði og stovnsvitjanir.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin: • duga at lýsa, hvat tað er og krevur at lesa føroyskt á akademiskum stigi • duga at greiða frá grundleggjandi hugtøkum og arbeiðsháttum í mál- og bókmentavísindum • duga at greiða frá, hvat eyðkennir tjóðfrøði sum frøðigrein
Próvtøkuháttur
90% luttøka og ein skrivlig innlating á 300-400 orð við hugsanum um útbúgvingina, hví studenturin hevur valt hana og hvat studenturin væntar at fáa burtur úr lestrinum. Endurpróvtøka: skrivlig próvtøka í 2 tímar. Staðið byrjanarskeið er treyt fyri framhaldandi lestri.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen