1025.15 - Norrønt


Skeiðsnummar
1025.15
Heiti
Norrønt
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
At studentar fáa góðan kunnleika í norrønum máli, sum gevur førleika at skilja málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Við tað at føroyskt er sprottið úr norrønum, og at nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna sín í teirri regluskipaðu stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, er tað grundarlag undir søguligari fatan av føroyskum.
Innihald
Saman við tekstalestri verður farið ígjøgnum ljóðlæruna, t.e. avljóð, umljóð, ljóðbrot, samandráttur og úrfelling, umframt hjáljóðabroytingar so sum ljóðlíking, hjáljóðastytting og hjáljóðaleinging. Farið verður ígjøgnum teir ymisku orðaflokkarnar so sum navnorð, lýsingarorð, hjáorð, talorð, sagnorð og onkrar fornavnaflokkar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 x 2 tímar í eina hálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum.
Læruúrtøka
Studenturin skal vera førur fyri at • gera grein fyri ymiskum sjálvljóða- og hjáljóðabroytingum so sum umljóði, ljóðbroti, úrfelling og ljóðlíking • gera grein fyri teimum ymisku navnorðastovnunum og benda navnorð í bundum og í óbundnum sniði • stigbenda lýsingarorð og hjáorð • benda persónsfornøvn og ávísingarfornøvn • greina sagnorð í veikt bendar og sterkt bendar sagnorðaflokkar og benda sagnorð í høvuðstíðunum • umseta norrønan tekst til føroyskt
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 5 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava allar orðabøkur við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Anfinnur Johansen