1126.18 - Bókmentasøga II


Skeiðsnummar
1126.18
Heiti
Bókmentasøga II
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum, umframt lokið skeið í Bókmentasøgu I.
Endamál
At geva innlit í føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag og at greina føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til okkara dagar. Skeiðið miðar ímóti, at studenturin skal kunna seta tekstirnar inn í eitt hugmynda- og bókmentasøguligt høpi.
Innihald
Lisnar verða føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til í dag við høvuðsdenti á skaldsligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um føroyskar og norðurlendskar bókmentir. Greinir um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum. Studentarnir læra at nýta frøðiheiti og orða seg greitt um bókmentasøgulig evni.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at • greiða frá føroyskum og norðurlendskum bókmentum í tíðarskeiðinum frá um 1876 til í dag • lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum • greina bókmentatekstir og seta teir í søguligt høpi • lýsa og viðgera sambandið millum ein ávísan tekst og tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið • lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi • lýsa og meta um bókmentasøgu sum vísindi og lærugrein
Próvtøkuháttur
Studenturin skrivar eina bundna heimauppgávu, sum skal vera umleið 10 síður til longdar, og studenturin fær 14 dagar at skriva hana í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Burtur úr tí, sum lisið er á skeiðinum, ger hvør studentur sær ella saman við øðrum (í mesta lagi trý í bólki) ein lestrarlista, sum er próvtøkutilfar. Listin skal umfata 3 skaldslig verk (eitt á øðrum máli enn føroyskum) og 10 stuttar tekstir; av stuttu tekstunum skulu 2 vera yrkistekstir, og tekstir á øðrum norðurlendskum máli enn føroyskum skulu vera umboðaðir. Skaldsligu verkini og stuttu tekstirnir skulu hava hóskandi spjaðing við atliti at upprunatíð og tekstslagi. Harafturat koma 400 síður av bókmentasøgu, sum bæði yvirlitskent og dýpandi viðgera føroyskar og aðrar norðurlendskar bókmentir í tíðarskeiðinum; har uppi í eru viðgerðir av bókmentasøgu sum tekstslag.
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen