1235.17 - Ljóð- og formlæra


Skeiðsnummar
1235.17
Heiti
Ljóð- og formlæra
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
At fáa innlit í føroyska ljóðlæru, ljóðskipan og formlæru soleiðis, at studenturin dugir føroyska ljóðskrift, kennir ljóðskipanina og kennir føroyska orðmyndan.
Innihald
Í ljóðlæru og ljóðskipanarlæru fær studenturin ástøðiligan og verkligan kunnleika um evnið við serligum denti á føroyskt. Í formlæru verður arbeitt við orðmyndan alment og orðmyndan í føroyskum serliga. Tað merkir, at arbeitt verður við bendingum, avleiðslum, samansetingum og ljóðbending. Ein partur av lestrinum eru heimauppgávur, sum studenturin skal lata inn ásetta tíð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur, bólkaarbeiði, venjingar (skulu latast inn ásetta tíð) og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Studentur, ið hevur staðið føroyska ljóð- og formlæru sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið kunnleika um ljóðlæru, ljóðskipanarlæru og formlæru alment. Við hesari vitan skal studenturin: • duga at nýta fakheiti innan ljóðlæru, ljóðskipanarlæru og formlæru • duga IPA ljóðskriftina og nýta hana at ljóðskriva føroyskt talað mál • kenna og hava skilt høvuðsreglurnar í føroyskari ljóðskipan • duga at arbeiða við føroyskari orðmyndan (avleiðslum, samansetingum og bendingum) og hava skil á føroyskari ljóðbending. • hava grundleggjandi innlit í málvísindalig háttaløg • vera før/ur fyri at umrøða málsligar spurningar við hóskandi hugtøkum á málvísindaligum grundarlag.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar, har øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Petersen, H. P. 2014. Føroysk mállæra I. Kyn, orðmyndan og bending. Málseta. Ymiskar greinar, sum verða lagdar á Moodle (lestrarpallur). Innleiðslubók til málvísindi. Talan er um handrit, sum verður útflýggjað studentunum.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen