1482.21 - Bókmentakritikkur og ummæli (MA)


Skeiðsnummar
1482.21
Heiti
Bókmentakritikkur og ummæli (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er - at geva studentunum gott innlit í ummælið sum tekstslag søguliga og tekstslagsástøðiliga - at menna førleikar at greina ummæli á ástøðiligum grundarlagi sum lið í bókmentaligu ringrásini og í norðurlendskum/altjóða høpi - at meta kritiskt um ástøði og háttalag í greiningini av ummælinum sum tekstslag.
Innihald
Skeiðið er ástøðiliga grundað, og studentarnir verða mettir eftir førleikum at greina ummæli og seta tey í ástøðiligan samanhang. Tó eru verkstovur eisini partur av skeiðnum, har studentarnir skriva ummæli av nýggjum føroyskum skaldskapi og kjakast um tey.
Læru- og undirvísingarhættir
- Læraraframløgur - Bólkaarbeiði - Kjak - Studentaframløgur - Verkstovur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skulu tey lesandi - hava holla vitan um og kunna greiða frá ummælinum sum tekstslag søguliga og tekstslagsástøðiliga. - hava greiða fatan av ummælinum sum parti av teirri bókmentaligu ringrásini, har ymiskir aktørar virka og hava ávirkan á valdskipanir í bókmentaligu ringrásini - vera før fyri at greina føroysk ummæli við støði í ástøðiliga tilfarinum og í norðurlendskum/altjóða høpi. - vera før fyri kritiskt at meta um ástøði og háttalag í greiningini av ummælinum sum tekstslag.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tvær vikur) um eitt uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Greinar eftir høvundar sum Matthew Arnold, Northrop Frye, John Chr. Jørgensen, Sissel Furuseth, Nete Nørgaard Kristensen og Unni From verða lisnar umframt brot úr: - Norsk Litteraturkritikks historie 1870-2010. 2016. Sissel Furuseth, Jahn H. Thon og Eirik Vassenden (ritstj.). Oslo, Universitetsforlaget 2016. - Gaard, Paula. 2021. Verjurøða ummælarans. Ph.d.-ritgerð á Føroyamálsdeildini (ikki útgivin).
Ábyrgd
Paula Gaard