1487.22 - Platon í føroyskum hami (MA)


Skeiðsnummar
1487.22
Heiti
Platon í føroyskum hami (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lesa og viðgera nakrar av samrøðum Platons í føroyskari týðing úr einum heimspekiligum sjónarhorni.
Innihald
Miðað verður eftir at geva tí lesandi innlit í heimspeki Platons og ávirkan hansara á vesturlendska hugsan sum heild. Við støði í einum úrvali av samrøðum verða kjarnuevni greinað og kritiskt viðgjørd gjøgnum framløgur og kjak. Spurningurin, um ella hví Platon er viðkomandi í dag, verður viðgjørdur og nortið verður við samrøðuna sum bókmentaligt tekstaslag.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: • lesa og viðgera bókmentir og heimspekiligar tekstir akademiskt greinandi • kritiskt arbeiða við hugtøkum og skilmarkingum í viðgerðini av tekstum eftir Platon • greina bókmentir og heimspeki og møguligt samband teirra millum • skipað og kritiskt viðgera heimspekiligar spurningar, sum verða settir í heimspeki og bókmentum sum heild • greiða frá pørtum av heimspekisøguni, sum eru bæði viðkomandi og ein fylgja av samrøðunum hjá Platon • sjálvstøðugt og vísandi til ástøði meta um heimspekiligar tekstir í bæði heimspeki og skaldskapi.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Møguligar tillagingar kunnu hugsast og styttri tekstir verða lagdir afturat: Johansen, Karsten Friis: Den europæsiske filosofis historie 1991, pp. 181-334 Platon: Drykkjuveitslan og aðrar samrøður, 2008 Platon: Euthýfron, 2012 Platon: Menon, 2014.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen