1463.19 - Kyn í føroyskum bókmentum (MA)


Skeiðsnummar
1463.19
Heiti
Kyn í føroyskum bókmentum (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at kunna seg við og brúka kynjaástøði í bókmentagreining.
Innihald
Lisnir verða ástøðiligir tekstir um kynjafrøði eftir Simone de Beauvoir, Judith Butler, Toril Moi, Pierre Bourdieu, R. Connell, Jørgen Lorentzen og kanska onnur við. Ástøðini skulu geva innlit í, hvussu lýsingarnar av maskuliniteti og femininiteti í føroyskum bókmentum eru skipaðar. Lisin verða úrvald verk eftir t.d. Regin í Líð, Heðin Brú, William Heinesen, Jóhonnu Mariu Skylv Hansen, Andreu Reinert, Oddvør Johansen, Carl Jóhan Jensen, Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen, Bergtóru Hanusardóttur og Katrin Ottarsdóttur.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og uppgávur. Dentur verður lagdur á framløgu og orðaskifti.
Læruúrtøka
Tá skeiðið endar, duga studentarnir at • sjálvstøðugt greina tekstir bókmentafrøðiliga • greiða frá føroyskari bókmentasøgu úr kynjasjónarhorni • lýsa viðkomandi hugtøk í kynjafrøði • brúka kynjafrøðilig ástøði í bókmentagreining • hugsa kritiskt um bókmentaliga kynjagreining
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnir fáa 3 dagar at fyrireika munnliga framløgu (30 min.) við tilfari um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður á Moodle í seinasta lagi við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir