1465.19 - Dialektologi (MA)


Skeiðsnummar
1465.19
Heiti
Dialektologi (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at studentarnir fáa innlit í vísindagreinina dialektologi og hvussu arbeitt verður, tá ið dialektkanningar verða gjørdar. Tað merkir, at studentarnir skulu læra um ymisk háttaløg og at meta um fyrimunir og vansar við ymsum háttaløgum í sambandi við dialektkanningar. Eitt annað endamál er, at studentarnir sjálvir skulu læra at gera dialektkanningar og á tann hátt taka støðu til háttalag og annað praktiskt arbeiði í sambandi við innsavning og viðgerð av talumálsdátum.
Innihald
Innihaldið kann býtast sundur í tveir partar, ein ástøðiligan og ein verkligan part. Í tí ástøðiliga partinum lesa og viðgera vit greinar um dialektástøði og ritgerðir um ymsar dialektir og meta um m.a. innihald og háttalag. Seinni parturin tekur støði í verkligum arbeiði og fevnir um at fyrireika innsavning av tilfari, ið kann lýsa eina ávísa dialekt í Føroyum og síðan at lýsa og viðgera tað innsavnaða tilfarið og leggja tað fram.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur umframt praktiskt feltarbeiði. Undirvíst verður tríggjar tímar um vikuna í eina hálvu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er endað, skulu studentarnir hava fingið: • ástøðiliga vitan um dialektologi sum vísindagrein • innlit í dialektala málvariatión í Føroyum • kunnleika um, hvussu dialektkanningar kunnu verða gjørdar í praksis • innlit í at arbeiða við innsavnaðum tilfari • grundarlag fyri kritiskt at meta um innsavnað tilfar.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í seks tímar við øllum hjálparamboðum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen