1466.19 - Verðin gjøgnum kúgveyga. Hav og skip sum støð og rúm í føroyskum skaldsøgum (MA)


Skeiðsnummar
1466.19
Heiti
Verðin gjøgnum kúgveyga. Hav og skip sum støð og rúm í føroyskum skaldsøgum (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At kanna hvussu maritima tilveran fær skap serliga í føroyskum skaldsøgum við atliti at havi og skipi sum undantaksrúmi. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu skip og hav verða lýst sum undantaksstøð í føroyskum bókmentum í mun til lív og skipanir á landi. Hav og skip verða lýst sum ein pallur fyri einum øðrvísi máta at ogna sær vitan um lívið og í evsta føri sum alternativar, maritimar veruleikaskoðanir í mun til tær terrestrisku (landabornu). Serliga verður litið at 1) hvussu sjómaðurin verður lýstur sum ein frontier-figurur, macho og mansmyta miðskeiðis í sínum harðbalna og vandamikla veruleika, har flestu viðurskifti verða týðiligari enn í lívinum á landi og 2) hvussu maritimar bókmentir, tá tær eru bestar, samstundis síggja Føroyar innaneftir við serligum mentanarligum trúnaði og uttaneftir við serligum modernaðum fráleika. Her snýr tað seg um, hvussu havið sum motiv og tema í føroyskum bókmentum tekur týdning sum perspektiv, sjónarhorn og sostatt sum ein serlig formtilvitan. Sum heild snýr skeiðið seg um, hvussu hav og skip, havsins rytma og rørileiki úti á havinum sum inni við land umboða ein øðrvísi, tilveruligan, sosialan og arbeiðsligan veruleika og dynamikk enn lívið á landi.
Innihald
Greind verða serliga føroysk skaldsøguverk. Trivið verður í greinir um miðstødd hugtøk innan skaldsøguástøði og í tvørvísindaligt ástøði innan World Literature, Place Studies, Island Studies, postkolonialismu, Ocean Studies, Gender Studies. Ástøðið verður lisið saman við skaldsøgunum og greiningum av ítøkiligum tekstum. Í hesum sambandi verða lisnu skaldsøgurnar settar í samband við rák innan bókmentir frá 1700-talinum fram til í dag. Litið verður nærri at skaldsøgunum sum ferðaskaldsøgur, maritim modernisma, maritim realisma. Serligt ljós verður varpað á tvær ymsar rúmfatanir, sum eru tann klassiskt – newtonska – evropeiska fatanin av rúminum sum tómt og ’robinson-rúmið, har rúmið verður fylt upp av uppdagingum av ’nýggjum’ landafrøðum uttan fyri Evropa og í útryðjuni av Evropa, sum svara aftur og eisini vilja ‘telja við’ sum modernaðar bókmentamentanir. Hetta vísir seg sum sjálvuppdagingar innanhýsis í hesum landafrøðum, sum geva newtonska rúminum og kontinentala eygnabránum mótstøðu. Í hesum sambandi hevur sjálveksotisering ein serligan leiklut sum svar frá oyggjahavinum. ’Havbókmentir’ verða í hesum sambandi lisnar sum postkolonialar bókmentir, har skipbrot og hóttafall av ymsum slag eiga eitt miðstatt pláss.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika í: • At miðla vitan um sambandið millum bókmentir (skaldsøguna) og landafrøði við serligum atliti at maritimum viðurskiftum og mótsetningum millum skipslív og lívinum á landi. • At lýsa ymsar tilgongdir til hugtøk sum ‘stað’, ‘rúm’ ‘Imagined Geography’, ‘maritim realisma’ og ‘maritim modernisma’. • Læra at nýta hugtøk innan skaldsøguástøði, World Literature, Place Studies, Island Studies, postkolonialismu, Ocean Studies, Gender Studies og prosafrøði. • At greina sambond millum skaldsøguna sum prosa og modernaður epikkur og seta hesi viðurskifti í samband við skaldskap sum egin-hertøkur av havbornari landafrøði herímillum oyggjahavi. • At greina sambond millum evropeiskar og føroyskar bókmentir, millum kontinentalar eksotiseringar og føroyskar sjálveksotiseringar. • At greina mansmytur miðskeiðis í einum harðbalnum og vandamiklum veruleika. • At greina sambond millum bókmentir og kosmopolitismu/mentanarliga globalisering við atliti at staðsetandi ketum millum tað lokala, nationala, regionala og globala. • Kritiskt at nýta hugtøk innan World Literature, Place Studies, Island Studies, postkolonialismu, Ocean Studies, Gender Studies. • Kritiskt at greina sambond millum skaldskap og landafrøði.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (3 vikur)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók: Margaret Cohen: The Novel and the Sea. Princeton UPress, 2010
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg